24.FO
Home Fólk & Samfelag Rós til ÍSF og føroysku venjingarmiðstøðirnar

Rós til ÍSF og føroysku venjingarmiðstøðirnar

Fólkaheilsuráðið

Fólkaheilsuráðið fegnast um, at fleiri venjingarmiðstøðir nú eru á veg inn í antidopingsamstarvið, sum ÍSF hevur arbeitt hart fyri seinastu árini.

Umráðandi er, at eftirlitið verður hert munandi á dopingøkinum, og at eisini tær nógvu nýggju fitness-kappingarnar, sum seinastu árini hava sæð dagsins ljós í Føroyum, koma inn undir skipað dopingeftirlit.

Doping er sera heilsuskaðilig bæði kropsliga og sálarliga, og fleiri av ringu árinunum eru “non-reversibil”. Altjóða hava vit sæð ein vøkst í dopingnýtsluni seinastu árini, og tí er tað gleðiligt, at nú nærum allar tær føroysku venjingarmiðstøðirnar eru á veg inn í antidopingsamstarv ÍSF´s.

 

ÍSF eigur tí stórt rós fyri, at henda avtala, nú skjótt umfatar flestu av teim føroysku venjingarmiðstøðunum.

Fólkaheilsuráðið vil hervið enn einaferð mæla øllum føroyskum venjingarmiðstøðum at taka undir við avtaluni og at arbeiða skipað fyri einum dopingfríum venjingarumhvørvi.

Við ítróttarkvøðu

Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum.

- Advertisment -

Most Popular

Børn og ung skulu hava frítíðarkort

 Vit vilja raðfesta børn og ung, gera tað lættari hjá øllum at gerast partur av frítíðarlívinum í kommununi og samstundis geva ein fíggarligan lætta...

Millum korona og pakkaloysnir í høvuðsstaðnum

Tíðargrein Óli M. Lassen, siviløkonomur Eg veri oftani spurdur um vit ikki skjótt fáa afturgongd í búskapinum og kemur ikki ein kreppa ?. Útsagnir sum...

Klaksvíkar kommuna og framtíðin

- rakstur, íløgur og langtíðarætlanir  Vinnuligur framburður við treystum íløguhugi í vinnuna hava skapt og skapa framvegis stóra framgongd í Klaksvík. Søgan vísir okkum á...

Føroyingar fáa CPR-nummar

Landsstýrið fer bæði at gera tað smidligari at samskifta við danskar myndugleikar og fáa atgongd til danskar skipanir. Í næstum verður eitt uppskot latið...

Seneste kommentarer