Home VinnutíðindiFiskivinna Fiskifrøðingarnir skilja ikki fiskin og Høgni trýr ikki uppá fiskifrøðingar.

Fiskifrøðingarnir skilja ikki fiskin og Høgni trýr ikki uppá fiskifrøðingar.

by OML
Savnsmynd 24.fo

Tað er einki at taka seg aftur í at frøðingarnir dáma ikki tá fiskurin kemur aftur og teir ikki hava hóming av hvaðani hann er komin frá.

Høgni ynskir at skerja heimaflotan í fiskar tosk og hýsu, meðan ICES sigur at fiskiskapurin eftir makreli skal minka munandi so heldur Høgni at vit skulu fiska útvið dupult so nógvan makrel sum ICES / Havfrøðingar mæla til. Skil tað hvør í skilja vil.

Høgni hevur ongar trupulleikar av at lata nøkur fá uppisjóðarskip fiska fleir 1000 tons meira enn ICES viðmælir. Men at seiðpína útróðrarmenn og línumenn í fiska á Føroyagrunninum er eingin trupulleiki. Ein skuldi trúð at hann hevði sadomasikistiskar tendensir. Hann hevur ongar trupulleikar at ríka nakrar nótamenn. Men áhaldandi at leggja eftir línumonnun er eingin trupulleiki. Her ruggar ikki rætt.

Tá man ikki lurtar eftir fiskifrøðingum tá umræður makrel, hví skal man so lurta eftir fiskifrøðingum nú fiskurin endiliga er komin aftur á grunnarnar. Hetta er hent uttan at frøðingarnir høvdu minstu hóming av at hetta fór at henda.

Vit hava nú bíða í eini 10 ár eftir, at fiskurin skuldi koma aftur á grunnarnar. Og nú skal aftur skerjast, mennirnir munnu verða ørir í høvdinum. Flestu skip eru løgd og útróðrarmenn eru mestsum ikki til enn. Einans eini 25 fultriknir útróðrarbátar eru eftir í Føroyum og eini 2000 fólk er seinastu 25 árini farin úr fiski- og flakavinnni. Og fleir 1000 fiskidagar eru ikki brúktir seinastu árini og teir tosa framhaldandi um at skerja. Her er ikki vitan um heilt grundleggjandi samfelagsviðurskiftir. Hvussu halda teir at feløg kunnu yvirliva við førda politikkinum.

Papi mín segði altíð, at tað var bert ein máti at fáa góð rættindi og tað var at sita í “gongini” í fiskimálaráðnum, og hartil var tað bert ein máti at fáa politikarara at skilja støðuna og tað var at útklæða teir alment í kringvarpið ella útvárpið. Synd at hann hevði rætt. 

Annars er at siga at javnaðurin og tjóveldi nú hava givið tilvildarligum feløgum ið ikki eru uppisjóðarskip einar 1000 milliónir krónir í makrelstuðuli og samstundist tikið avgerð um at feløg í fiska tosk og hýsu við linu ikki skulu fáa part av nýggjum rættindum undir Føroyum. Hetta er libiralisman hjá Poul og sosialisman hjá vinstravonginum. Hetta man fara at runga kring allan knøttin komandi árini.

Tá samfelagfrøðingar og jurnalistar finna útav, at vit hava havt eina politiska elitu íð hevur til endamáls at verða vald aftur,kosta hvat tað kosta vil.

Vita tit hvussu nógvar vinnufyritøkur tit hava oyðilagt seinastu árini ? 

Óli M. Lassen, reiðari 

Feløg í fiska við húki hava eingi rættindi í Føroyum. Visti tú at trolarar nú hava fiska meiri tosk enn høvuðsrættindahavararnir undir Føroyum. Hví hava nøkur útvald feløg í ikki eru í uppisjóðarvinnuni fingið 1 milliard av makrelpengum ? 

 

Tillutaðir fiskidagar

Faktaboks tillutaðir og brúktir dagar

Frá 34.000 fiskidøgum til 14.000 tillutaðir fiskidagar.  Húkaveiða – hvar gongur leiðin. Dølgarnir skilja ikki, at vit eru við at gevast við at veiða fisk av bestu góðsku av føroysku grunnunum. Vit eru farðin frá 26.000 brúktum fiskidøgum til 7.000 døgum undir Føroyum 

Kennir løgtingið sýna vitjunartíð og steðgar ørðvitisfiskunum ?

Teir nokta okkum at liva og virka í hesum samfelag 

í 1992 – 1993 fór alt samfelagið á heysin og vóru tað nakrir mans í keyptu línuskip ið aftur fiskaðu landi úr kreppu, men í dag verður sagt at hesi feløg ikki hava javnbjóðis rættindi til nýggj rættindi undir Føroyum. Eg siti her og kann hugleiða um nógvar reiðarar og fiskimenn íð eru riknir úr fiskivinnuni, menðan Høgni, Poul og Aksel skulu hava nýggjar reiðarar inn í vinnuna. Hví skuldu hinir út ? hvat hava teir gjørt galið ? 

Hvat segði løgtingið tá loyvini vóru uppsøgt ? spurningur til KVF ið sigur seg vilja føra djúptøkna gransking. ….. ? 

Hví hevur man givið partrolarum, rækjuskipum, trolbátum 1 miá kr í makrelpengum ? samstundis sum man sigur at feløg í reka fiskiskap við línu ikki hava rætt til hetta tilfeingið ? hvar er heimildin fyri hesi avgerð ? 

 

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.