Home Fólk & Samfelag Jógvan Skorheim gevur út bók

Jógvan Skorheim gevur út bók

by OML

Formaðurin í Sjálvstýri gevur út bók ið hevur heitið Tann Føroyski Samleikin

Í dag er nýggj bók komin út í flestu bókhandlarnar í Føroyum.

Tað er formaðurin í Sjálvstýri, ið hevur givið bók út, sum ber heitið “Tann føroyski samleikin”.

Millum annað sigur Jógvan Skorheim, at Føroyar standa á einum vegamóti. Einaferð vóru vit eitt fjarskotið oyggjaland langt úti í Atlantshavinum, nú liva vit mitt í verðini. Nýggja tíðin skapar møguleikar og framburð sum ongantíð, samstundis sum hon leggur okkum og okkara samleika undir trýst. Avgerandi spurningurin er nú: Hvørja leið ganga vit við okkara samfelag, sum forfedrar við baksi og knossi hava bygt upp gjøgnum øldir?

Vit skylda teimum, sum undan okkum vóru, at vit nú taka skilagóðar avgerðir. Tey, sum knossaðu í næstan ómenniskjaligum umstøðum fyri at skapa sær og sínum eitt lív á hesum oyggjum. Tey, sum bygdu okkara samfelag í hvøssum mótvindi, lívshóttandi aldubrotum og lagaligum løtum. Tey, sum stóðu við síni virði og skaptu okkara samleika. Teimum og okkum skylda vit, at vit nú finna eina gongda leið fram í tíðina. Eina leið, sum virðir okkara søgu, virði og traditiónir. Eina nýggja leið, sum mennir okkara samfelag enn meira og førir okkum fram í móti einum sjálvstøðugum landi.

Jógvan Skorheim, formaður í Sjálvstýri, greiðir í bókini frá sínum politisku tonkum. Hvussu hann sær gongdina og møguleikar í samfelagnum. Hvussu hann hugsar eitt samfelag, sum fevnir alt fólkið kring alt landið. Og hvussu hann ynskir, at Føroyar eisini í komandi tíðum standa við sín samleika – tann føroyska samleikan.

Bókin kostar 198,- og fæst í flestu bókhandlunum í landinum.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.