Tann 26-11-2018 Kl umleið 1820 í kvøld boðaði MRCC frá, at ein bátur var farin á land í Høvdasundi.

Einsamalli maðurin, ið var við bátinum, hevði bjarga sær uppá helluna.
Kl 1840 var arbeiðsbáturin hjá Brimli hjá manninum, tað eydnaðist at fáa mannin av helluni,
Maðurin bleiv fingin umborð á Brimil, hann var væl fyri, tó, at hann sjálvandi var kaldur.
Báturin var ikki sokkin, men gliðin av aftur landi og rikin eystur um Høvdan.
Tað eydnaðist at fáa fatur á bátinum og fáa hann lens. Báturin bleiv síðani sleipaður til Skopunar har hann bleiv tikin uppá land.
Hetta var ein hending í spældi væl av, men kundi gingið heilt galið um illa vildi til..