Ætlanin var at skoytibreitin skuldi takast í nýtslu leygardagin 17 nov. men av tíð at tað  er so lýtt í veðrinum og hevur regnað ov illa til, at tað hevur eydnast at fáa vøllin kláran at skoyta á. Hetta skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuni.

Tí letur vøllurin upp í dag kl 14.

Vøllurin verður opin til á leið hálvan januar. Upplatingartíðirnar verða eins og seinasta vetur:

Mánadag – Fríggjadag 14 – 22

Leygardag 10 – 22

Sunnudag 14 – 22

Tó:

31. desembur – Nýggjársaftan 14-17
1. januar – Nýggjársdag 16-22
2. januar – 10-22
3. januar – opið sum vanligt.

Skúlar, barnagarðar og stovnar annars kunnu leiga breytina. Vendið tykkum til hollin@torshavn.fo. Til ber hjá stovnum at skoyta hesar klokkutíðir:

Mánadag – Fríggjadag 9 – 14

Nærri kunning um skoytubreytina fæst við at skriva til hollin@torshavn.fo