Home Tíðindir Landsverk sett nýggjan leiðara fyri Byggideildina

Landsverk sett nýggjan leiðara fyri Byggideildina

by OML

STARVSSETAN: Herfyri søkti Landsverk eftir leiðara til Byggideildina, og stovnurin hevur nú sett Jón O. Sólsker í starvið. Nýggi leiðarin hevur verið í starvi á Landsverki síðani 2014.

Byggideildin á Landsverki hevur nú fingið nýggjan leiðara. Tað er 39 ára gamli Jón O. Sólsker, ið er útbúgvin byggifrøðingur frá VIA í Danmark, og sum hevur starvast á deildini síðani í 2014.

Byggideildin á Landsverki varar av flestu bygningum undir landinum og er byggiharri á øllum nýggjum verkætlanum innan hetta økið. Harafturat hevur  Byggideildin um hendi alt viðlíkahald av almennum bygningum.

Nýggi leiðarin fyri Byggideildina gleðir seg at taka við starvinum.

– Hetta er eitt spennandi starv. Serliga seinastu trý árini hevur Byggideildin verið í eini støðugari menning, sum eg nú ynski at virka fyri heldur áfram. Vit hava í dag ein breiðan og dugnaligan starvsfólkahóp við fjølbroyttari serfrøði, ið saman er førur fyri at lyfta ymisku uppgávunum, ið Byggideildin hevur, sigur Jón O. Sólsker.

Seinastu tvey árini hevur nýggi deildarleiðarin virkað sum leiðari fyri eindini bygging og nýgerð á Byggideildini, men áðrenn tað var hann í viðlíkahaldseindini, og viðlíkahald er júst nakað, ið hann ætlar at varpa meira ljós á.

– Eg fari at arbeiða fyri at fáa meiri pening til viðlíkahaldið av landsins bygningum. Ein støðulýsing yvir landsins ognir skal gerast beinanvegin, ið greitt lýsir viðlíkahaldstørvin. Hitt hjartamálið snýr seg um at ganga á odda við at leggja um til varandi orkukeldur í nýggjum verkætlanum eins og í verandi bygningum, sigur nýggi leiðarin á Byggideildini.

Jón O. Sólsker, sum tók við starvinum 1. november, er ættaður av Eiði, men býr í Havn saman við konuni Elisabeth J. Sólsker, sum hann eigur trý børn saman við.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.