Home Fólk & Samfelag Gerðagøta einvegis omaneftir í heystfrítíðini

Gerðagøta einvegis omaneftir í heystfrítíðini

by OML

Í samband við, at arbeitt verður við at betra um ferðslutrygdina og atkomuviðurskiftini á Skúlatrøð, verður ferðslan eftir Gerðagøtu ávirkað í heystfrítíðini.

Talan er ítøkiliga um vegarbeiði, sum merkir, at strekkið frá Tónlistaskúlanum til Uppistovu (skótahúsið hjá SNP – avkoyringina til Djúpumýru) verður einvegis omaneftir frá mánadegnum 15. til fríggjadagin 19. oktober.

Arbeiðið í heystfrítíðini er liður í størra vegarbeiðnum, sum verður gjørt framvið Gerðagøtu í løtuni. Talan er um eina ferðsluloysn, sum skal betra um atkomuviðurskiftini og ferðslutrygdina á Skúlatrøð.

Umframt fólkaskúlan er eisini frítíðarskúli, tónlistaskúli og barnagarður í sama øki, og hetta setur høg krøv til ferðslutrygdina. Vegarbeiðið á Gerðagøtu fevnir millum annað um av- og ásetingarpláss, steðgistað til býarbussin og ferðsluljós.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.