Savnsmynd 24.fo

Fólkatalið var 51.060 tann 1. august. Tað vaks við 815 fólkum ella 1,6% í 12-mánaðar skeiðinum 1. septembur 2017 – 1. septembur 2018. Tað kemur av einum burðaravlopi á 257 og nettotilflyting á 558. Samanborið við undanfarna 12-mánaðarskeiðið er burðaravlopið 10 minni, men tað er meir enn uppvigað av, at nettotilflytingin er 122 størri.

 

Serliga stórur vøkstur var í juli við 222 fólkum, men 194 fóru burturavaftur í fráflytimánaðinum august.

 

Høvuðsøkini: Eysturoy og Tórshavnarøkið veksa skjótast – Suðuroy minkar framvegis
Landafrøðiliga var munandi fólkavøkstur í øllum sýslum uttan Sandoyar og Suðuroyar. Lutfalsliga var størsti vøksturin í Eysturoyar sýslu við 2,4% (harav serliga í Nes og Sjóvar kommunum).

Umleið líka stórur vøkstur lutfalsliga var í Tórshavnarøkinum við 2,2%, og her var eisini nógv størsti vøksturin í tali við 416 fólkum. Hetta er meir enn helvtin av fólkavøkstrinum fyri alt landið.

Síðani eru Norðoya sýsla við 1,5% og Streymoyar sýsla uttan høvuðsstaðin og Vága sýsla hvør við 1,0%.

Í Sandoyar sýslu er ein lítil vøkstur við 7 fólkum ella 0,6%.
Í Suðuroyar sýslu er ein munandi minking við 42 fólkum ella 0,9%.

 

Sandoy og Suðuroy hava onki fingið úr fólkavøkstrinum síðstu árini
Veturin 2013-14 vendi gongdin í fólkatalinum, og hevur síðani verið stórur árligur fólkavøkstur, sum sæst aftur í flestu høvuðsøkjum. Tó eru tvey av økjunum, Sandoyar og Suðuroyar sýslur, dragnað afturúr. Tað sæst skilliga, um vit seta fólkatalið 1. jan. 2014 til vísitalið 100: meðan fólkatalið er vaksið 5-8% í øllum hinum høvuðsøkjunum, so hevur verið stillstøða í Sandoyar sýslu og beinleiðis minking í Suðuroyar sýslu síðstu hálvfimtu árini.

Nettotilflytingin er methøg
Tann stóra broytingin í gongdini í fólkatalinum kemur einamest av broyttu flytingini, har fráflytingin er minkað nógv, samstundis sum tilflytingin er vaksin. Vit skulu heilt aftur til 1980 fyri at finna so lágt tal fyri fráflytingina, sum tey 1.179, ið fluttu av landinum farna 12-mánaðarskeiðið. Rokna vit fráflytingina í mun til fólkatalið, hevur hon ongantíð verið minni tey síðstu hálvthundrað árini, vit røkka aftureftir í hagtalsgrunninum.

Meðan fráflytingin nú á fimta árið hevur lagt seg á eitt javnt lágt støði, so veksur hinvegin tilflytingin framvegis. Samanlagda úrslitið av minni fráflyting og størri tilflyting er, at nettotilflytingin er vaksin í stórum, og ongantíð hevur verið so stór sum nú, hvørki í tali ella lutfalsliga.

Samanbera vit hetta árið við tey heldur vánaligu árini 2009-13, so er árliga fráflytingin nú eini 550 fólk minni og tilflytingin eini 400 størri – og tí er ein negativ nettoflyting á 431 í 2011/12 vend til eina positiva nettoflyting upp á 558 hetta seinasta 12-mánaðarskeiðið 2017/18.

 

Burðaravlopið nærum óbroytt
Samanborið við undanfarnað 12-mánaðskeið var burðaravlopið (munurin millum fødd og deyð) nakað tað sama hetta 12-mánaðskeiðið. Samstundis sum føðitalið vaks við 10, vaks talið av deyðum við 20.

 

Fleiri mannfólk enn konufólk í fólkavøkstrinum 
Av vøkstrinum í fólkatalinum hetta 12-mánaðarskeiðið eru munandi fleiri mannfólk enn konufólk. Størsti munurin er í nettotilflytingini, har tað vóru 188 fleiri mannfólk enn konufólk. Men av tí, at tað var ein yvirvág av gentum í føðitalinum við 32 og í deyðatalinum ein yvirvág av mannfólki við 59, var samanlagda úrslitið 97 fleiri mannfólk í fólkavøkstrinum.

Á myndini niðanfyri sæst, at tað er serliga fyrra hálvárið í 2018, at tað eru munandi fleiri mannfólk í nettotilflytingini enn konufólk. Hetta er stórt frávik frá gongdini frammanundan, har tað var nøkulunda javnt millum kynini. Eisini eru nógv fleiri konufólk enn mannfólk í nettofráflytingini í august.

 

Fólkavøksturin heldur fram við somu ferð 
Seinastu fýra árini hevur sum nevnt verið óvanliga stórur fólkavøkstur, og hann heldur fram sum sæst av myndini niðanfyri. Ferðin var um 1,5% í ársvøkstri fram til síðsta heyst, tá hon linkaði nakað til 1,3 – 1,4%. Hetta kundi bent á, at vit sóu fyrstu tekin til, at ferðin var farin um tað hægsta og fór at linka enn meir teir komandi mánaðirnar. Men so var ikki. Tí móti vári og nú út á heystið er vøksturin komin uppaftur og meir enn tað, so hann nú er um 1,6-1,7%.

Sum nevnt eru tølini smá, ið gera hesar broytingarnar í burðaravlopi og nettotilflyting – og harvið í fólkavøkstri – og kann tað tí eisini venda aftur við næstu uppgerðir.

 

Kommunurnar: størsti vøkstur í høvuðsstaðnum og eysturoyarkommunum
Tær størstu kommunurnar veksa mest í tali. Tórshavnar kommuna við 471, Runavíkar við 76 og Klaksvíkar við 65. Men beint í hølunum á Klaksvíkar kommunu koma miðalstóru eysturoyarkommunurnar, Nes við 55, Eystur við 42 og Sjóvar við 40 fólkum.

Serliga stórur vøkstur er í grannabygdunum á vestara armi á Skálafjørðinum, Skála (í Runavíkar kommunu) og Strendur (í Sjóvar kommunu): Skála við 39 fólkum ella 5,8% og Strendur við 36 fólkum ella 4,3%.

Av størstu kommununum er vøksturin lutfalsliga størstur í Tórshavnar kommunu við 2,2% og Runavíkar við 1,9%, meðan Klaksvíkar kommuna liggur nakað niðan fyri landsmiðal við 1,3%.
Av smærri kommununum er størsti vøkstur í Kunoyar við knappliga 12% og Eiðis við stívliga 3%.

Hinvegin var størsta minkingin í tali í Tvøroyrar, Hvalbiar og Vágs kommunum við ávikavist 26, 17  og 13 fólkum.

Samanumtikið er vøkstur í 20 kommunum og minking í 9. Á myndini niðanfyri eru kommunurnar settar í raðfylgju frá størstu minking til størstan vøkstur í tali.

 

Oyggjarnar: minking í Suðuroy og flestu útoyggjum
Verður hugt eftir gongdini í einstøku oyggjunum, er munandi fólkavøkstur í øllum teim stóru oyggjunum, tó minni vøkstur í Sandoy og beinleiðis munandi minking í Suðuroy við 42 fólkum ella 0,9%.

Av útoyggjum er ein vøkstur í Nólsoy við 3 fólkum og í Skúvoy við 1, meðan í Stóru Dímun og Koltri er óbroytt. Í hinum útoyggjunum minkar, mest í Hestoy við 5 – og tað er ein fimtingur av fólkatalinum, sum var fyri einum ári síðani.

 

Dagførd og útgreinað íbúgvatøl eru at finna í hagtalsgrunninum her.