Home Tíðindir Brúkaraprísirnir eru farnir 1,7 prosent upp seinasta árið

Brúkaraprísirnir eru farnir 1,7 prosent upp seinasta árið

by OML

Triðja ársfjórðing vóru brúkaraprísirnir 1,7 prosent hægri enn sama ársfjórðing í fjør. Hetta er væl meiri vøkstur enn annan ársfjórðing, tá árligi prísvøksturin var 0,6 prosent. Hetta er eisini mesti árligi prísvøkstur seinastu seks árini. Hetta skrivar Hagstovan.

Seinasta árið hevur verið prísvøkstur í flestu høvuðsbólkum. Prísirnir á brennievni eru hækkaðir mest og hava eisini mestu ávirkanina á brúkaraprístalið samanlagt. Brennioljan til húsarhald er farin 25,3 prosent upp. Harafturímóti er ravmagn lækkað 3,2 prosent. Samanlagt eru býlisútreiðslurnar dýrkaðar 5,6 prosent seinasta árið.

Prísirnir á brennievni til akfør eru hækkaðir 13,7 prosent, og samanlagt er flutningur hækkaður 3,8 prosent.

Árligi prísvøksturin á matvørum var 0,6 prosent triðja ársfjórðing, samanborið við 0,5 prosent annan ársfjórðing.

Mesta príslækking seinasta árið hevur verið í nýtslubólkunum innbúgv, húsbúnaður o.l. og frítíð og mentan.

1,0 prosent upp seinasta ársfjórðingin
Triðja ársfjórðing hækkaði brúkaraprístalið 1,0 prosent samanborið við annan ársfjórðing.

Tað eru eisini prísvøkstur á brennievni, sum hevur mestu ávirkanina seinasta ársfjórðingin. Prísurin á brenniolju til húsarhald er farin 8,9 prosent upp, meðan prísirnir á brennievni til akfør eru hækkaðir 5,3 prosent.

Brúkaraprístalið triðja árssfjórðing var 119,9 samanborið við 118,8 annan ársfjórðing. Triðja ársfjórðing í fjør var brúkaraprístalið 117,9.

Dagførd og útgreinað hagtøl um brúkaraprístalið er at finna í hagtalsgrunninum her.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.