Trætan skal ikki ganga útyvir eldru borgararnar, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri. Eftir áralongu ósemjuna við Fíggjarmálaráðið um roknskaparviðurskiftini fyri eldraøkið, hevur Klaksvíkar Býráð samtykt at fremja tær broytingar, sum Fíggjarmálaráðið hevur álagt kommununi.

Orsøkin til, at roknskapurin hjá kommununi er broyttur er, at støðan ikki skal ganga útyvir tænastustøðið á eldraøkinum, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri og stýrisformaður í NBH.

– Klaksvíkar kommuna hevur higartil lagt út fyri tann peningin, sum Fíggjarmálaráðið hevur noktað okkum til raksturin, men nú eru upphæddirnar vorðnar so stórar og hendan støðan er hvørki haldbar ella virðilig mótvegis teimum eldru og avvarðandi, sum hava tørv á røkt og tænastum. Eg havi ilt við at fáa eyga á nakran vinnara í hesari støðuni, men tað sigur seg sjálvt, at tey eldru enda sum greiðir taparar, um peningurin til at veita teimum røkt og tænastu verður hildin aftur. Í Býráðnum eru vit tí samd um, at vit ikki kunnu blíva við at leggja út fyri Fíggjarmálaráðið, tí tað bæði er vanvirðandi yvirfyri teimum eldru og sum heild ábyrgdarleyst at seta kommunala gjaldførið og vælferðina hjá øllum okkara borgarum í óvissu uppá hendan mátan, sigur Jógvan Skorheim.

– Vit kunnu bara staðfesta, at landsstýrið vísir lítla virðing fyri eldraøkinum, og harumframt manglar vilja til at geva kommununum heimildir at loysa týdningamikla menning av kjarnutænastum til okkara eldru borgarar. Tað er hugstoytt og óskiljandi, leggur borgarstjórin afturat.

Roknskapirnir hjá Klaksvíkar kommunu fyri árini 2015, 2016 og 2017 eru tí broyttir, soleiðis at teir nøkta krøvini úr Fíggjarmálaráðnum og afturhildni peningurin fyri raksturin verður útgoldin kommununi.

Prinsippið er óbroytt

At kommunan broytir roknskapin eftir kravi frá Fíggjamálaráðnum merkir ikki, at Býráðið tekur undir við ella góðtekur framferðarháttin hjá landsstýrinum, sigur Jógvan Skorheim.

– Vit standa fast við, at eldraøkið á sinni varð lagt út til kommunurnar at umsita undir ávísum fortreytum, eitt nú at vald og gjald skuldu fylgjast at, og at avgerðirnar og umsitingin á eldraøkinum skuldu koma nærri borgarunum. Hesar fortreytir hevur Fíggjarmálaráðið sett til viks í hesum føri. Man vil hava kommunurnar at gjalda og reka, men avgerðarrætturin fylgir ikki við, og man ger seg framvegis til harra yvir, hvussu kommunan skal gera sítt arbeiði. So kommunala sjálvræðið og virðingin fyri tí arbeiðnum, kommunurnar gera á eldraøkinum, liggur snøgt sagt undir fyri valdstostanum í landsstýrinum, og tað hava vit ringt við at góðtaka. Men tað skal sum sagt ikki ganga útyvir tænastuna á eldraøkinum, so tí eru broytingarnar, sum landsstýrið hevur álagt okkum at fremja, nú framdar, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri og stýrisformaður í Norðoya Bú- og Heimatænastu. Hann leggur samstundis dent á, at samtyktin hjá Býráðnum um at fremja kravdu broytingina var einmælt og undir protest, tí Býráðið ikki vil leggja seg undir fyri valdsmisnýtslu úr landsstýrinum.

– Framferðarhátturin hjá landsstýrinum í hesum málinum hevur verið so nógv merktur av íblandan og valdsmisnýtslu, og tað eiga vit sum eitt demokratiskt innrættað rættarsamfelag ikki at góðtaka. Hesum eru vit øll í Klaksvíkar Býráð samd í, og tí varð broytingin eisini framd undir protest, sigur borgarstjórin.

Ósemjan vart í fleiri ár

Stríð hevur verið millum Klaksvíkar kommunu og Fíggjarmálaráðið um roknskapin hjá kommununi í samband við íløgur á eldraøkinum síðan fyrsta roknskaparár eftir yvirtøkuna. Borgarstjórin og stýrisformaðurin í NBH vísir á, at ósemjan botnar í, at eldraøkið varð lagt út til kommunurnar at umsita undir ávísum fortreytum, sum síðan er broyttar eftir yvirtøkuna.

– Við at yvirtaka eldraøkið hava kommunurnar átikið sær eina stóra ábyrgd og samstundis eru útreiðslurnar hjá kommununum hækkaðar munandi, tí útgjaldið frá landinum stendur fyri tað fyrsta ikki mát við tað, sum tað í veruleikanum kostar at bjóða eina virðiliga tænastu, og fyri tað næsta er bert talan um útgjald til rakstur – ikki íløgur. Men íløgur eru sjálvsagt neyðugar, tí karmar og bygningar krevja jú viðlíkahald og í summum førum eisini nýbygging, og hesar íløgur mugu gerast, um vit skulu bjóða okkara eldru borgarum eina goða tænastu og virðiligar umstøður, sigur Jógvan Skorheim.

Hann leggur afturat, at um ætlanin við yvirtøkuni var, at kommunan skuldi standa fyri neyðugu íløgunum og ikki NBH, so áttu møguleikarnir hjá kommununi fyri hægri lántøku eisini at verið víðkaðir, men so er ikki.

– Vit hava yvirtikið eitt stórt ábyrgdarøki og enntá átikið okkum ein meirkostnað, tí vit heilt einfalt meta, at eldraøkið krevur hægri játtan, enn landið veitir okkum, men vit hava ikki fingið heimild til hægri lántøku. Kommunur kunnu framvegis bert lána upp til eina álíkning, eins og vit kundu áðrenn vit høvdu ábyrgdina av eldraøkinum. Um vit skulu kunna gera neyðugu íløgurnar, so mátti heimild til lántøku fylgt við økta ábyrgdarøkinum, sigur Jógvan Skorheim.

Lógin um kommunalt samstarv á eldraøkinum ásetur, at samstørvini eru at rokna sum sjálvstøðugar løgfrøðiligar eindir við egnum v-tali og roknskaparskyldu. Tí hevur Norðoya Bú- og Heimatænasta, sum er samstarvið millum Klaksvíkar, Kunoyar, Hvannasunds, Viðareiðis og Fugloyar kommunu á hvørjum ári latið inn egnan roknskap til Fíggjarmálaráðið at góðkenna, eins og Klaksvíkar kommuna og hinar kommunurnar í samstarvinum hava latið sínar roknskapir inn.

Men hóast NBH er sjálvstøðug eind við egnum roknskapi, sum kommunurnar í samstarvinum seta pening í á hvørjum ári, so hevur Fíggjarmálaráðið gjørt krav um, at lántøkur á eldraøkinum skulu skrásetast í roknskapinum hjá kommununum á jøvnum føti við annað kommunalt virksemi.

Hetta hevur elvt til áralongu ósemjuna millum Fíggjarmálaráðið og kommunurnar í Norðoyggjum, sum ein fyri og onnur hava verið kroystar til at fylgja harraboðum úr landsstýrinum, hóast ábyrgdin, umsitingin og avgerðarrætturin á eldraøkinum sambært lóg hevur ligið hjá kommununum síðan 1. januar 2015.

Klaksvíkar Býráð hevur allatíð staðið fast við, at NBH er at rokna sum sjálvstøðug eind við egnum roknskapi, og at íløgur á eldraøkinum tí hoyra heima í roknskapinum hjá NBH og ikki Klaksvíkar kommunu. Hetta var eisini tað, sum kommunan fekk at vita frá landsstýrinum áðrenn yvirtøkuna.

– Júst hetta var nakað av tí, sum vit umrøddu og spurdu um, áðrenn sjálv yvirtøkan varð framd. Tá fingu vit at vita, at NBH skuldi vera sjálvstøðugt og tí ikki roknast sum partur av Klaksvíkar kommunu. Um kommunan skal standa fyri lántøkunum og íløgunum hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu, hví so yvirhøvur krevja, at eldraøkið skal umsitast í einum sjálvstøðugum kommunalum samstarvi? Kommunurnar yvirtóku jú ábyrgdina júst undir tí fortreyt, at eldraøkið skuldi umsitast og rekast sjálvstøðugt, vísir Jógvan Skorheim á.

Ósemjan snýr seg ítøkiliga um íløgur fyri umleið 17 milliónir í roknskapinum hjá NBH fyri 2015. Íløgurnar eru gjørdar í bygningar hjá NBH í Klaksvík, og eru tí bókaðar í roknskapinum hjá eldrasamstarvinum. Men hóast NBH eigur og rekur eldraøkið í Norðoyggjum, krevur Fíggjarmálaráðið, at Klaksvíkar kommuna hevur hesar íløgur við í sínum roknskapi, hóast tað er Norðoya Bú- og Heimatænasta, sum er lántakari og eigari av bygningunum.

Síðan hetta málið byrjaði hevur drúgt samskifti verið millum Klaksvíkar kommunu og Fíggjarmálaráðið, og kommunan hevur í fleiri førum roynt at fingið semju í lag, eitt nú við at biðja um  fund við Kristinu Háfoss, fíggjarmálaráðharra, men alt uttan úrslit. Ístaðin hevur Fíggjarmálaráðið valt at revsa kommununa fyri ikki at fylgja harraboðunum við at afturhalda mánaðarliga útgjaldið til raksturin á eldraøkinum í longri tíð – afturhildna upphæddin er higartil komin upp á umleið 50 milliónir krónur.

Hesar 50 milliónirnar hevur Klaksvíkar kommuna higartil lagt út, fyri at virksemið hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu hevur kunnað hildið fram, men trýstið á er nú vorðið so stórt, at Býráðið ikki vildi lata hetta halda fram.

– Tað sigur seg sjálvt, at hetta ikki kundi bera til í allar ævir, og vit hava staðið ímóti og roynt at fingið semju í lag so leingi, sum vit yvirhøvur kundu, men landsstýrið hevur verið nógv meira upptikið av at útinna vald, enn tey hava verið av at finna eina virðiliga loysn, sum allir partar kunnu liva við, sigur Jógvan Skorheim, sum eisini hvassliga átalar framferðarháttin hjá Fíggjarmálaráðnum í hesum málinum.

– Framferðarhátturin er milt sagt ódámligur, tí tey hava jú í veruleikanum revsað okkum við 50 milliónum fyri eina ósemju um 17 milliónir. So talan er um fullkomiliga óhoyrdar proportiónir, og harumframt byrjaðu tey at afturhalda útgjaldið uttan at vísa nakran vilja til dialog ella at hoyra okkara sjónarmið. Um tað ikki er valdsmisnýtsla, so veit eg ikki, hvat er, sigur borgarstjórin.

Bað um hækkað skuldarmark

Sum nevnt gjørdist kommunala málsøkið og ábyrgdin munandi størri, tá eldraøkið varð yvirtikið 1. januar 2015. Kommunufelagið hevur víst á, at samlaði kommunali búskapurin vaks við umleið 25%, og hetta sæst eisini á samlaða rakstrinum hjá Klaksvíkar kommunu, sum er umleið 270 mió. kr. um árið, harav millum 55 og 60 mió. fara til eldraøkið. Mánaðarligt útgjald til kommunurnar frá landinum fylgdu við yvirtøkuni, men fleiri viðurskifti við hesum krevja ábøtur, sigur Jógvan Skorheim.

– Fyri tað fyrsta er útgjaldið snøgt sagt ikki nóg høgt, um man væl at merkja ynskir at bjóða eina nøktandi tænastu á eldraøkinum. Í Norðoyggjum gjørdu vit eina umfatandi nøgdsemiskanning beint eftir yvirtøkuna, har vit saman við brúkarum, avvarðandi og starvsfólkum kannaðu tørvin og nøgdsemið á eldraøkinum, og hesum hava vit so lagt virksemið hjá NBH til rættis eftir, tí vit heilt einfalt ynskja at veita eina so góða og virðiliga eldratænastu sum gjørligt. Okkara eldru borgarar hava givið okkum alt okkara tilverugrundarlag gjøgnum teirra lív og arbeiðsskeið, og tey hava um nakar uppiborið, at vit veita teimum eina dygdargóða tænastu og røkt, tá tey hava tørv á tí, og tað vilja vit eisini gjalda fyri. Men samstundis er tað ein sannroynd, at tað tænastustøðið, sum vit leggja fyri dagin, kostar Klaksvíkar kommunu umleið 10 milliónir krónur meira um árið, enn útgjaldið frá landinum dekkar. Hjá okkum svarar tað runt roknað til eitt skattaprosent, so tað er avgjørt ein meirkostnaður, sum sæst aftur. Og fyri tað næsta skulu vit so eisini minnast til, at útgjaldið frá landinum bert fevnir um rakstur – ikki íløgur. Men sjálvandi krevur eldraøkið íløgur. Bygningar skulu haldast við líka, tørvurin á plássum økist og so framvegis. Við hesum skuldi man trúð, at man við at leggja hesa øktu ábyrgdina út til kommunurnar, eisini fór at hækka skuldarmarkið hjá kommununum, soleiðis at heimild var fyri hægri lántøku til neyðugar íløgur, men hetta vil landsstýrið ikki hoyra talan um, og tað ger tað eftir mínum tykki óneyðuga tungt og torført hjá kommununum at røkja ta ábyrgdina, sum okkum er givin við eldraøkinum, sigur Jógvan Skorheim.

Hansara uppskot til loysn uppá ósemjuna við Fíggjarmálaráðið er tí, at kommunurnar í tráð við øktu ábyrgdina eisini fáa heimild til hægri lántøku, tá ið nú landsstýrið ikki vil lata Norðoya Bú- og Heimatænastu standa fyri lánum og íløgum á eldraøkinum.

–  Vit hava yvirtikið eldraøkið undir tí fortreyt, at Norðoya Bú- og Heimatænasta sum sjálvstøðug løgfrøðilig eind við roknskaparskyldu og øllum, sum hartil hoyrir, skuldi standa fyri øllum virkseminum, harundir eisini ognum, skuld og íløgum. Men tá ið landsstýrið so frá degi til dags umbestemmaði seg hesum viðvíkjandi og kravdi, at hetta skuldi vera partur av roknskapinum hjá kommununi, so mátti tað mest nattúrliga eisini verið at hækkað skuldarmarkið hjá kommununi, so tað vildi verið mín staðiliga áheitan til landsstýriskvinnuna, at hon brúkar eina løtu til at hugsa um, hvat hevði verið mest rættvíst og virðiligt í hesum málinum, sigur Jógvan Skorheim at enda.