Home Fólk & Samfelag Klaksvík í fokus í heystfrítíðini

Klaksvík í fokus í heystfrítíðini

by OML

Nú gerast kvøldini myrk og long, og heystfrítíðin stendur fyri framman. Nógv spennandi er tó á skránni í Klaksvík, og hvørt gerandiskvøld í heystfrítíðini bjóðar Klaksvíkar kommuna øllum at vera vælkomin til forkunnugar vitjanir á nógvum av teimum ymsu støðunum, har byggiverkætlanir eru í gongd ella á skránni.

Stórar og sjónligar broytingar fara fram í býarmyndini í hesum árum, og verkætlanirnar eru bæði nógvar og fjølbroyttar. Tær fevna somuleiðis um nógv ymisk samfelagsøki og hava tí eisini ávirkan á gerandisdagin hjá øllum, sum búgva og virka í býnum. Við at bjóða almenninginum møguleika fyri at vitja ymsu verkætlanirnar ynskir kommunan at geva innlit í, hvussu Klaksvík fer at síggja út í framtíðini. Á øllum støðum fara arkitektar og onnur við serkønari vitan um bygningarnar og verkætlanirnar at leggja fram og vísa runt, og harafturat verður eisini ein kaffimunnur at fáa á hvørjum stað.

Skráin, sum verður almannakunngjørd í neyvari útgávu seinni, fevnir eitt nú um:

  • Skúlabyggingina á Skúlatrøð, sum er størsta einstaka íløga hjá Klaksvíkar kommunu nakrantíð
  • Biskupstorg og nýggi miðbýurin
  • Posthúsið sum mentanarhús
  • Ítróttarøkið, har rennibreyt, vælverudepil og nýggjar stadionumstøður eru á skránni
  • Gongutúr frá nýggja ídnaðarøkinum á Borðoyarvík til nýumvælda Spinnaríið
  • Umframt onnur spennandi og forvitnislig støð

Tiltakið “Klaksvík í fokus” er á skránni hvørt kvøld frá mánakvøldinum 15. oktober til hóskvøldið 18. oktober.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.