Hevði fíggjarmálaráðið og búskaparráðið valt at vent tankunum hjá sær og sett tað sum hendur í Føroyum í dag, inn í eina heild, so kundi tað verið at tey fóru glað og vælnøgd í song, um hetta fantastiska land, ið vit líva í.

Óli M. Lassen
siviløkonomur – reiðari

Heldur enn at óttast allar ónáðir sum kommunur og fólk, íð byggja land, gera, kundi tey hugsa um tann framburð og dynamikki. ið er í samfelagnum, men tey ynskja áhaldandi at trýsta danskar loysnir niður yvir okkum. Tey halda, at hetta lítla oyggjasamfelag kann stýrast eftir einum donskum roknistykki.

Hugsi tykkum, um nú búskaparráðið helt, at tað er fantastiskt, at kommunur byggja nýggjar skúlar, ídnaðarøkir til vinnuna, rennibreytir og fótbóltsvøllir til tey ungu og til tey, ið ynskja at íðka ítrótt og halda seg sunn og frísk,  so útreiðslurnar verða lægri innan heilsuverkið,  um vit hava fleiri fólk, íð eru frísk.  Kommunur vilja fegnar verða við til at byggja íbúðarlonir til tey, ið ynskja at seta búgv í okkara landið, heldur enn at síggja trupulleikar, eiga vit at síggja møguleikar og tey frambrot, íð henda í okkara landi.

Heldur enn at tosa um yvirupphiting so at síggja ljósið

Tað sær ikki út til at fíggjarmálaráðið og búskaparráðið hava fatað, at kommunurnar einans kunnu lána eina álíkning. Men tráanin hjá landinum og frøðingum at stýra er ovurhonds stór.

Tá vit gera íløgur í nýtt ídnaðarøkið, so kunnu vinnufyritøkur flyta út har, og soleiðis verður meira rúm inni í býnum til aðrar vinnufyritøkur, sum so aftur hava nógv fólk í vinnu. Tá framfúsnar fyritøkur nú byggja hotellir í Føroyum, so er hetta fantastiskt og kann skapa nógv fleiri inntøkur frá ferðavinnuni og skeiðvirksemi o.a.

Vit hava júst fingið eina nýggja uppisjóvarvinnu at blóma við fleiri virkjum á landið,  ið framleiða fyrsta floks makrel og sild til heimsmarknaðin. Laksavinnan koyrir uppá tað besta. Flakavirkir nýmótansgerða og effektivisera, so kappingarførið gerst betri. Allar hesar íløgur fjøltáttað búskapin og styrkja um evnini at fylla pening í ein altíð hungrandi landskassa. Lati verða við at køva góðu gongdina og síggi heldur ljósið at vit júst nú eru við at flyta Føroyar framá sum eitt sera áhugavert og dynamiskt samfelag.

Oyggjasamfelagið livur og andar og stendur í fagrasta blóma

Í Føroyum er neyðugt at arbeiða og handla skjótt, tá vit hava momentum – viðvind. Í ringum tíðum hava vit akkurát ráð at halda lív í rakstrinum av almennu Føroyum, tað verði seg kommunalt ella alment.  Tí skulu vit fegnast um, at peningastovnarnir hava pengaríkiligheit, rentan er lág, oljuprísurin er ikki høgur, kommunuskuldin er ikki so stór, og pengaríkiligheitin í vinnulívinum hevur aldrin í Føroya søgu verið størri.

Vit skulu gera tað munandi lættari hjá ungum at arbeitt meira og gjørt tað lættari hjá pensjónistum og sjálvandi skulu pensjónistar kunna forvinna einar 100.000 kr um árið uttan, at hetta skal nerva teirra pensjónir. Vit skulu sum land loysa íbúðartrupulleikan sum eru her á landi, og veit eg, at fleiri kommunir í landinum arbeiða við útstykkingarætlanum, so fleiri fólk kunnu seta búgv. Her eru bara positivar søgur í okkara landi og fara hesar íløgur ikki at skaða landið, men bara geva avkast so ella so.