Home Fólk & Samfelag Kann líkarættur vera svarið?

Kann líkarættur vera svarið?

by OML

Nógv kjak hevur verið seinastu dagarnar um bústaðartrupulleikan í Føroyum, og ein loysn til trupulleikan er – sambært fleiri, sum hava verið frammi, umframt komandi uppskotinum hjá Sonju Jógvansdóttir – at kommunurnar skulu fáa heimild at byggja leiguíbúðir.

Trupulleikin er øgiliga stórur, og fleiri standa og mangla bústað.

Higartil hevur einasta svarið til trupulleikan frá almennu Føroyum verið Bústaðir. Tó so hevur Bústaðir fleiri ferðir víst á, at tey megna ikki sjálv at loysa henda stóra mangulin av bústøðum.

Nógv hava eisini funnist at teimum privatu, tí tey ikki taka størri lut í at loysa henda trupulleikan. Men tað er eyðsæð, at tá ið tann almenni byggjarin er í nógv betri kappingarstøðu enn tann privati, so loysir tað seg øgiliga illa hjá teimum privatu at koma við í leikin.

Eitt nú hevur stjórin á fyritøkuni MARK víst á, at hansara fyritøka má keypa grundstykkir fyri fleiri milliónir, meðan Bústaðir fær tað sama og meir fyri 1 kr.

Sonja Jógvansdóttir vísir á, at kommunurnar hava biðið um møguleikan at byggja leiguíbúðir. Jú, gaman í, summar kommunur hava tosað um tað, men eitt annað ynski er frá Tórshavnar kommunu, og møguliga øðrum kommunum við, at fáa heimild at geva privatum somu treytir sum Bústøðum.

Tað almenna noyðist ikki at gera alt í Føroyum. Loysnin, ella ein byrjan til loysnina, kann vera so einføld sum at geva privatum og almennum feløgum líkarætt.

Vegna Huxa,

Tummas Jóhan í Djónastovu, formaður

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.