Home Fólk & Samfelag Nær heldur skeivleikin í Føroyum uppat?.

Nær heldur skeivleikin í Føroyum uppat?.

by OML

Er rímiligt , at Vágar og Norðoyggjar skulu gjalda meginpartin av einastu innkomuvegum til økini, ímeðan Landstýrismaðurin Hendrik Old í sama andadrátti fer at samráðast við Anniku  Olsen, borgarstjóra, um hvussu landið skal gjalda einar 200 milliónir krónur til innkomuveg til Tórshavn? Og helst umleið somu upphædd til Rúnavíkar ?

Er rímiligt , at innkomuvegir (bæði íløga og rakstur) til Havnina skulu útlutast á allar føroyingar, ímeðan innkomuvegir hjá landinum til útjaðaran fyri stóran part skulu rindast og viðlíkahaldast av útjaðaranum sjálvum?

 Hvat skuldi Havnin goldið?

Fyri at perspektivera hetta kann nevnast, at um Havnin varð maltrakterað á sama hátt av Landsmyndugleikunum sum Vágoyggin og Norðoyggjar, so skuldi Landstýrismaðurin álagt borgarum í Tórshavnar Kommunu at goldið ein eykaskatt uppá einar 65 milliónir krónur  árliga, fyri at gera eina landsíløgu.

Hetta munnu flestu Havnarborgarar og onnur halda vera langt úti – og tað haldi eg eisini. Men tað er júst hetta himmalrópandi órættvísi , ið vit uppliva beint nú í Vágum og Norðoyggjum. Sjálvur taki eg  IKKI undir við hesi skeiklaðu og misbrúktu bummpeningaskipan, har 2 økir skulu rinda fyri landsíløgur og síðan rakstur av hesum.  Vit eiga øll at standa saman um at gera landsíløgur. Íroknaðir eru  ikki bert innkoyringarvegir til Havnar og Rúnavíkar, men eisini  innkoyringarvegir til Vágar og Norðoyggjar.  Um landið skal rindað 200 milliónir krónur fyri ein innkoyringarveg til Tórshavn, so eigur landið eisini at taka bummin niður á innkoyringarvegnum til Vágarnar og Klaksvíkar beinanvegin. Sum upprunaliga ætlanin var.

Í løtuni má staðfestast, at borgarar í okkara landi viðfarnir ymiskt.

 

.PS: Smb seinasta Rokniskapinum hjá pf Vágatunlinum gjalda tey 6 %-ini av føroyingum, ið eru íbúgvar í Vágum, beinleiðis 31 % av umsetninginum hjá Vágatunlinum. Harafturat koma óbeinleiðis útreiðslur.Tað merkir at vágafólk árliga gjalda minst 50%  ella minst 8 milliónir krónur av teimum 16 milliónunum, ið kravdar verða inn við bummpeningaskipanini árliga.  At landsins myndugleikar áleggja  Vágaøkinum at gjalda ein  meðal eykaskatt uppá 10 ferðir tað, ið onnur skulu gjalda til landsvegakervið hjá okkum øllum, er ikki bert órættvíst, men eisini diskriminerandi.

Í Norðoyggjum er sama óskil. 9,6 % av íbúgvunum búgva í Norðoyggjum. Tey gjalda 37 % av umsetninginum ella uml 8 milliónir krónur árliga. Um óbeinleiðis gjøld íroknast, verða 12 milliónir krónur árliga innkravdar –  bert tí adressan er FO 500 ella meira.

Vinarliga

Marjus Dam , fyrrv Løgtingsmaður.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.