Váðiligt við bindi fyri eygum

184

Hóast nýggja lóg við fleiri broytingum røkist framvegis einki fyri veruligari semju um nýskipan av fiskivinnuni; ógreiði um ætlanir og endamál stendur við og versnar meðan polarisering forðar fyri neyðugum samskifti millum partar. 

Tað er ikki bara sum at siga tað at royna at fylgja tilgongdini og tí almenna kjakinum um nýskipan av fiskivinnuni og tær broytingar sum tann nýggja lógin um ‘fyrisiting av sjófeingi’ ber í sær fyri vinnuna. Kaosið byrjaði í veruleikanum longu fyri góðum 10 árum síðani við einmæltari samtykt í Løgtinginum um uppsøgn av øllum fiskiloyvum til tann 1. januar 2018. Hetta bygdi alt á eina øsing um einar tveir-tríggjar skipahandlar har upphæddirnar vóru størri enn føroyingar vóru vanir við. “Spekulatión við fólksins ogn” var eitt av rakstrarrópunum, og eingin tóktist geva sær far um at tað hevði uttan iva verið best at bíða við at sundurbrotið verandi skipan áðrenn man visti hví og hvat og hvussu. Eitt nú hevði væl borið til at innført nýggjar skattareglur ið forða fyri at rættindi verða seld fyri ov stóran vinning. Men aftan á rúma tíð og so kanningarnevnd í evstu stund, sum man kortini ikki lurtaði eftir, og almikið av einsíðugum politiskum orðadrátti, kom so tann nýggja lógin skinklandi ígjøgnum, samtykt stutt fyri árslok 2017.
Hetta skuldi tó vísa seg bara at vera enn ein byrjan, og nóg illa tað; tí eingin endi tykist vera á broytingum ið krervjast fyri at lógin skal kunna fungera yvirhøvur. At lógarteksturin sær út til at vera ein tann mest fløkti sum nakrantíð er orðaður á føroyskum, kunnu vit venda aftur til eina aðru ferð.
Tað stutta av tí langa er at tillagingarnar hava longu verið fleiri, og alt bendir á at enn fleiri eru ávegis. Sambært fiskimálaráðharran virkar tann nýggja uppboðssølan ikki eftir vild og skal tí yvirhálast — fyri at halda verandi aktørum í fiskivinnuni uttanfyri, skilst, soleiðis at onnur skulu lættari koma framat.
Her er also hált fyri ikki at siga glerstoytt. Fyrst fer man inn fyri at steðga ‘spekulatión’ og ‘staðfesta fólksins ogn’ og alt gott um tað; tað veldst altíð um hvussu tað verður gjørt — devulin situr í smálutunum. Men ketan leyp sum sagt longu av tá tað varð samtykt uttan veruligt umhugsni at siga øll loyvi upp. Síðan gingu árini og alt vit hava fingið er hendan nýggja lóggáva sum eingin tykist vilja kennast við.
Forspákarar fyri grótharðari neoliberalismu, herundir fyrrverandi aktivistar á ytsta vinstravonginum vanir at hugsa kollvelting fyri ein og hvønn prís, fingu ikki sín vilja og súrmúlaðu so skjótt tað stóð greitt at talan ikki var um altumfatandi uppboðssølu av veiðirættindum. Tað var kanska hugstoytt fyri hesar at kollveltingin ikki kom hesuferð heldur — ella kemur hon kortini, bara meira spakuliga og frá vinstru síðu og ikki høgru sum annars ‘marknaðarbúskapar’ mantran legði upp til?