Home Vinnutíðindi Føroyar og Eurasiatiska búskaparsamveldið undirskriva semjuskjal

Føroyar og Eurasiatiska búskaparsamveldið undirskriva semjuskjal

by OML

Í morgin klokkan 12.30 skriva Poul Michelsen, landsstýrismaður, og Tatiana Valovaya, EABS nevndarlimur og ráðharri fyri búskaparsamstarvi, undir formligt semjuskjal.

Semjuskjalið er ein karmur um neyvari búskaparligt samstarv og øktan samhandil millum Føroyar og limalondini í EABS. Tey eru Russland, Hvítarussland, Kasakstan, Kirgistan og Armenia.

“Hetta er úrslitið av, at vit miðvíst hava arbeitt fyri at fáa handilsviðurskiftini við limalondini í EABS, serliga Russland, í eina fastari legu enn í dag. Okkara næsta mál tí viðvíkjandi er ein fríhandilssáttmáli,” sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.

Tatiana Valovaya kemur til Føroya í kvøld. Umframt at undirskriva semjuskjalið, skal hon í sambandi við almenna vitjan sína í Føroya hitta umboð fyri landsstýrið fyrrapartin í morgin. Seinnapartin er tiltak í Vinnuhúsinum, har høvi verður hjá áhugaðum fyritøkum at fáa kunning um møguleikarnar fyri samstarvi við EABS.

Leygardagin verður millum annað vitjað í Fámjin, í Froðba, í Salti, hjá Varðanum Pelagic og í Kirkjubø.

Tatiana Valovaya fer úr Føroyar aftur sunnudagin.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.