Politikara hava mist jørðforbindilsið er einasta forkláring uppá førda politikkin seinastu árini. Skammlop er komið í alla skipanina. Førdi politikkurin er ein total háðan mótið teimum í hava roynt at yvirliva í eini kreppuraktari fiskivinnu undir Føroyum.

Meðan politikarar og reiðarafelagið tosa um metgóðar tíðir, er verðuleikin ein heilt annar. Heimaflotin er seinastu 15 árini kollapsaður orsaka av fiskaloysið við Føroyar. Støðan minnir um kreppuárini fyrst í 90´unum. Við fiskaloysið minkar eisini royndin og harvið nøgdin í kemur uppá land til fiskavirkini. Hundraðtals arbeiðspláss eru seinastu árini horvin úr fiskiskapi og fiskaframleiðslu, uttan at hetta verður tikið í álvara.

Heimaflotin er eyðkendir av, at har er metlágt lønsemið og er hetta galdandi fyri allar skipabólkar, tó trolbátar til tíðir kunnu vísa rímiliga gott lønsemið og rakstur. At tosa um, at byggja nýbygningar til heimaflotan er fatamorgana.

At siga, at tá fiskiskapur av botnfiski fer upp um eina ávísa nøgd, so skal hetta útlutast til nýggjar sum skulu inn i vinnuna. Hetta er einki minni enn roynir illvilji mótið verandi vinnufeløgum. Hetta er í dag við til, at taka allan hug frá verandi feløgum í royna at yvirliva, innan botnfiskaveiðu við Føroyar.

SU generatiónin í Løgtinginum skilir ikki, at feløgini hava verið í kreppu í áravís og tá fiskurin kemur aftur, so skulu onnur enn verandi feløg fáa hetta. Hetta hongur ikki saman og er púra vitleyst og er eisini ein markleysur frekleiki og vísir totalt manglandi virðing fyri hesum feløgum.

Samstundis sum allir heimaflotin er í kreppu, hevur man valt út, at trolbátar, partrolarar og djúpvatnstrolarar skulu fáa makrel.  (Frá 2010 til 2018 hava hesi feløg fingið einar 800 milliónir krónur í ). Samstundis verður sagt, at feløg í reka fiskiveiði við húki, ikki hava rætt til nýtt tilfeingið undir Føroyum. Hetta er beinleiðis diskriminatión og er óheimilað, og ikki í trá við gomlu fiskivinnulógina og ein heilt óskiljandi fiskivinnupolitikkur.

Kraddaralindi er stórt hjá almennu Føroyum, tað er lætt at taka 100 tals milliónir frá fiskivinnuni, men at finna loysnir, so vit hava eina fiskivinnu har umstøðurnar hjá øllum í vinnuni eru rímiligar kemur teimum ikki til hugs. Atgerðarloysi er fullkomið.

Við nýggjum risa fiskatilfeingi undir Føroyum er sjálvsagt, at tað ber til, at gera umbýtið við okkara grannalond so heimaflotin kann fiska tosk, hýsu, upsa og annað har fiskigrunnarnir eru nógv størri og geva nógv betri avkast í mun til at fiska við Føroyar. Tað er løgið, at tað er so torført at gera umbýtið við onnur lond, tá talan er um heimaflotan. Hetta letur seg væl gera, tá talan er um hinar skipabólkarnar.

Tá tosa verður um feløg í reka línuveiðu so hevur myndugleikin tikið omanfyri 100 dagar frá hvørjum línuskipið. Einir 150 mans og 10 skip eru farin úr vinnu. – So her er val javna.

Tey skip í eru eftir í vinnu, hava tørv á eini 10.000 tonsum av tosk og hýsu á fremmandu leiðum.  Eg kann upplýsa, at eitt føroyskt línuskip fiskar eini 1.000 tons um árið meðan norsk og íslendsk skip fiska eini 2.000 til 3.000 tons um árið,  tí mugu politikararnir nú skilja, at ikki ber til at meta okkara skip við útlendsk línuskip. Tað er tí, at lítið og einki lønsemið er hjá okkara línuflota, tað sigur seg sjálvt tá hvørt skip manglar rættindi svarandi til minst 1.000 tons.

Menningarkvotur og økismenning

At taka fiskatilfeingið frá einum felag í hevur keypt hesar fyri fleiri enn 100 milliónur krónir og fá ár seinrið læta part av hesum aftur til somu menn og feløg í seldu er heilt óskiljandi Hetta minnir um eina totala bananrepublikk har lóg og landaskil er ókent fyribrigdi. Ikki at geva einum felagið í Suðroynni í uppfýllur øll krøv til fiskivinnumenning og økismenning er heilt óskiljandi, eisini vitandi um at hetta felag veruliga hevur fíggjarliga orku til veruliga at lyfta økið. Tú kanst ikki menna nakað sum helst um tú ikki hevur ríkiligt av váðafúsum kapitali.

Verðuligt fiskivinnutos

Vit mugu tora at viðgera hvussu vit fáa lønsemið hjá heimaflotanum. Hvussu endurnýggja vit flotan, hvussu tryggja vit okkum, at vit hava hóskandi markna tá fiskur verður seldur til fiskakeyparar.

Eg havi verið í okkara felag í 25 ár, vit hava verið bæði í vinnunevndini og fiskimálaráðnum gjøgnum øll árini, og bara biði um rímilig viðurskiftir at virka undir. Í dag kann eg staðfesta, at støðan hjá línuskipum áhaldandi er trupul og spurningurin er um hetta er politisk tilætlað.

Á Føroya Sjómannadegi 2018

Óli M. Lassen, reiðari