Home Fólk & Samfelag Høgra veit ikki, hvat vinstra ger

Høgra veit ikki, hvat vinstra ger

by OML

Sjálvstýrið ávaraði júst móti teimum avleiðingum vit í dag eru vitni til. Tí slitu vit eisini samgongusamráðingarnar. Varskóini trutu heldur ikki, tá fiskivinnunýskipanin var til viðgerðar í tinginum, men samgongan vildi ikki lurta, og nú síggja vit avleiðingarnar, nú gólvteppið er skrætt undan fyrstu 20 familjunum.

 Løgmaður og fiskimálaráðharrin eiga ikki at skúgva sær undan við burtur-forkláringum.  Fiskimálaráharrin, saman við umboðunum í Tjóðveldi, royndi av øllum alvi at sannføra Løgtingið um, at fiskivinnuuppskotið onga avleiðing fór at fáa fyri verandi aktørar. Eingin skuldi missa arbeiðið, einki virksemi skuldi niðurlagast, alt skuldi bert gerast betri og ríkari.

 Men nú er kavabólturin farin á rull.

 Viljin til at lurta eftir teimum mongu óteljandi viðmerkingunum, ið komu til fiskivinnunýskipanina, hevur ongantíð verið til staðar. Longu í valstríðnum vóru ætlaninar greiðar, og tá ið landsstýrismaðurin setti nevnd at gera uppskot til nýggja fiskvinnuskipan, var tað bert eitt spæl fyri gallarínum. Niðurstøðan hjá nevndini var læst frammaundan, og serfrøðin slapp ikki so frægt sum at gera sítt egna tilmæli. Landsstýrismaðurin hevði gjørt niðurstøðuna frammanundan.

Eftir teimum viðmerkingunum, ið komnar eru seinastu dagarnar, kann eg bert staðfesta, at Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum ikki skilur avleiðingarnar av tí, sum hann sjálvur hevur gjørt. Tí tá ið tú tekur stóran part av grundarlagnum undan fiskivinnuni, so tekur tú eisini grundarlagið undan fiskimanninum og teirra familjum.

 Nú eru tað fleiri og fleiri reiðarí, ið hava sett hol á tær tillagingar og niðurlagingar, ið eru neyðugar, nú nýggja lógin er samtykt. Tað er einki undarligt í tí, tí varskóini trutu ikki, tá ið allir partar av fiskvinnuni vóru til hoyringar.

 Sjálvstýrið gjørdi longu greitt í samgongusamráðingunum, at fiskvinnunýskipanin, sum samgongan hevði ætlanir um, fór at fáa stórar avleiðingar fyri alt tað føroyska samfelagið, sum er so tætt knýtt at fiskivinnuni. Longu tá skiltu vit, at okkara atfinningar og varskó fullu fyri deyvum oyrum, og nú er kavabólturin farin á rull. Reiðaríini tillaga sítt virksemi, skipini standa á sølulistum og fiskimenn eru uppsagdir. At samgongan framvegis tvíheldur um, at fiskivinnunýskipanin betrar um føroysku fiskivinnuna, má sanniliga vekja undran og ørkymlan hjá øllum – ikki bara teimum nú uppsøgdu fiskimonnunum og teirra familjum, men eisini teimum, sum ikki skiltu ella væntaðu hesar avleiðingarnar frammanundan.

 Jógvan Skorheim

Formaður í Sjálvstýri

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.