Hetta inniber, at mannagongdir viðvíkjandi framleiðsluhátti, útbreiðslu og arbeiðshátti eru góðkendar av Heilsufrøðiligu starvsstovuni.

Jóhan við Neyst, leiðari á vatndeildini hjá kommununi hevur staðið fyri arbeiðinum at fáa løggilding til vatnveitingina saman við uttanhýsis ráðgeving.

Óla Jákup Bech, tekniskur stjóri í kommuni og Jóhan við Neyst fingu handað løggildingina, og eru teir báðir fegnir um, at verða komnir á mál við at løggilda fyrstu vatnveitingini.