“Vinnan skal hava góðar karmar at virka undir”

154

Hetta kom fram á fundi hjá Javnaðarflokkinum herfyri. Eisini vísti forkvinnan í teirra tingbólki á, at grundarlag er hjá fiskivinnuni á landi at byggja út, og grundarlag at fremja ábøtur á fiskiflotan, og hon legði afturat, at har er nokk av kvotu til fyri at halda einari fiskivinnu uppi á einum høgum støði.

Jú, blind høna finnur eisini korn, og javnaðarfólk hava eisini onkuntíð rætt – tí har er nevniliga nokk av fiski til at reka eina góða fiskivinnu.

Trupulleikin er bara tann, at forkvinnan og Javnaðarflokkurin hava skeivt í øllum hinum.

Har eru nevniliga vánaligir og ógreiðir karmar, einki grundarlag at byggja út á landi og ei heldur nakað grundarlag at gera ábøtur á flotan.

Orsøkirnar til hetta eru í høvðusheitum tvinnar: Uppboðssølan og ein vánalig stýring av fiskivinnupolitikkinum.

Fiskivinnan má hava greiðar og tryggar karmar fyri at kunna reka sítt handilsvirksemi, men tað hevur hon ikki, sum nú er. Ístaðin er ein uppboðsøla, sum er alt ov dýr, og ein fiskivinnupolitikkur, sum er fullkomuliga ógreiður, har vit hava sæð fiskimálaráðharran útsett hesar dýru uppboðssølurnar dagin fyri, at tær skulu verða, eins og tað bara var ein kaffimunnur millum vinfólk.

Ímeðan íslendingar geva síni fiskivinnu størri rásarrúm, og norðmenn skifta sín flota út, so fær føroyski flotin stein oman á byrði og ógreið viðurskiftir.

Um vón skal vera fyri Føroyum sum fiskivinnutjóð, so má vend koma í skjótt!

Vegna Huxa,

Tummas Jóhan í Djónastovu, formaður