Home VinnutíðindiFiskivinna Tá ávísir løgtingslimir og fiskimálaráðið gloymdi lógina um vinnuligan fiskiskap

Tá ávísir løgtingslimir og fiskimálaráðið gloymdi lógina um vinnuligan fiskiskap

by OML

Tá ein lóg er samtykt er Løgtingið leyst av lógini, og er hon tá latin til fyrisitingina at umsita. Hóast hetta, so er staðfest at skiftandi bólkar av løgtingslimum hava útluta fiskirættindir.  Her er komið skamlop í alla politisku skipanina. Hetta er sera álvarsligt tí hetta hevur fingið álvarsligar avleiðingar fyri hópin av vinnufeløgum og fiskimonnum.

Í 1993 fóru serliga sjómenn og keyptu línuskip og trolarar ið lógu við bryggju og sum vóru farnir á heysin. Hesir reiðarar fiskaðu bókstavliga landið úr kreppu. Í dag eru flestu teirra kroystir úr vinnuni ella verið noyddir at broyta eigaraviðurskiftini munandi fyri at yvirliva. Nú skulu nýggir inn í vinnuna ? Her er farin fram ein støðug niðurlæðing av sunnum feløgum sum ikki megna at standa ímóti 15 ára stagnatión. Við nýggjum tilfeingið í 2010 fara politikara og velja hvussu hetta skal deilast uttanum løgting og galdandi lóg.

Danir siga: I det normale juridiske univers er det således retsreglen, der styrer retsafgørelsens indhold.  Det er ikki, hvad et flertal i folketinget måtte mene, såfremt denne mening ikke har fundet udtryk i lovform. Kelda: Retsanvendelse og retssikkerhed

Lógin um vinnuligan fiskiskap (1993/94 – 2017) byggir grundleggjandi á, at verja botnfiskastovnarnir undir Føroyum og at vit fiska okkara ferðandi fiskastovnar so effektivt sum møguligt. Hartil eru m.a. ásetingar um at arbeiði skal verða kring alt landið og at tey feløg í verða rakt av niðurskurði í kvotum / døgun kunnu verða kompensera fyri inntøkumissi, um landið hevur nýggj rættindi at lata. Hetta er bulurin í lógini.

Undir Føroyum høvdu vit greiðar reglur um býtið, hvør kundi fiska hvat og hvar. Deild upp í skipabólkar og fiskasløg og prosentpartar av ávísum fiskasløgum. Øll vinnufeløg í fiskaðu botnfisk vistu tá Løgtingið hevði ásett dagar/kvotur hvørjar møguleikar tey høvdu komandi árið. Somuleiðis vistu tey feløg í fiskaðu av ferðandi fiskastovnunum ella botnfisk í Barentshavinum, hvat tey høvdu at fiska, tá Løgtingið hevði staðfest teirra rættindi fyri árið. Hetta var eftir at sínámillum fiskirættindi vóru avtala i strandalanda semju – millumlandaavtalum og góðkend av uttanlandsnevndini / ella segmentera sum uppskot til samtyktar í løgtinginum.

Nýggjur fiskiskapur tekur seg upp – Søgan aftanfyri og gjørdar avtalur.

Eftir djúpa kreppu hjá heimaflotanum, feløg ið serliga hava skip ið fiska upsa, tosk, hýsu, svartkalva v.m.  Útróðrarbátar, Línuskip, partrolarar og djúpvatnstrolarar. Í 2008 – 2009 kemur reiðarafelagið fram til, at neyðugt er at gera okkurt ítøkiligt og munagott fyri at betra um ótolandi umstøðurnar serliga hjá heimaflotanum. (vánaligir prísir og lítið til av botnfiski). Í 2009 verður frágreiðing gjørd av Reiðarafelagnum ið vísir á, at tað man verða nógv til av makreli í Føroyskum sjóøkið.

Vit áseta okkum nýggja kvotu á Føroyska landgrunninum

Í 2010 er semja í uttanlandsnevndini um at vit einvegis skulu áseta okkum 85.000 tons av makreli. Fiskimálaráðið kunnar Løgtingið um, at her er talan um nýggj rættindi undir Føroyum.

Sostatt er hetta fyrstu ferð, at vit sum tjóð áseta okkum nýggj uppisjóðarrættindi av makreli ið skulu fiskast í Føroyskum sjógvi og leyst av millumlanda avtalum. Talan var um risa nøgd uppá heili 85.000 tons. Talan er veruliga um søguligt nýbrot. Ágangurin uttanífrá gjørdist øgiligur Noreg, Ísland, EU vóru á gosi og føroyskar fiskavørur vóru boykháttaðar. Vit kunnu siga at hendan royndin at tilogna okkum nýggj rættindi undir Føroyum var eina serstøðu, og var neyðugt at fáa okkum tilvega so nógva tonnagu sum møguligt, fyri at kunna prógva, at tað veruliga var so nógvur makrelur í føroyskum sjóøkið. Hetta eydnaðist til fulnar, men var hetta ein harður kampur við altjóða samfelagið. Tey feløg í vanliga fiskaðu uppsjóvarfisk vóru hart rakt av boykháttinum. Hesi feløg blivu kompensera við munandi øktum rættindum orsaka av teirra missi.

Hetta er í júst í trá við fiskivinnulóggávuna. Í § 21 stendur millum annað: Veiða úr stovnum, ið ikki koma undir kvotu- ella fiskidagaskipan ella skipan við serligum fiskiloyvi, er loyvd fiskiførum …. hvørs eigarar hava fingið fiskiloyvi til fyribils ella avmarkað rættindi….. .

Víðari stendur: Tá loyvi verður givið til veiði sambært stk. 1, kann landsstýrismaðurin leggja dent á m.a. at bøta um trupul viðurskifti hjá persónum og feløgum, ið standast av kvotabýtinum.

Hvat gekk galið ?

Sum tað klárt framgongur av lógini og tí ið eg havi víst á omanfyri, so var tað í trá við lógina at tey feløg í veiða uppsjóvarfisk fingu kompensatión av nýggjum rættindum orsaka av teirra missi, tá vit vóru boykhátta.

Somuleiðis er tað eisini í trá við lógina, at veita partrolarum, djúpvatnstrolarum og trolbátum nýggj rættindir,  sum í útgangsstøðinum ikki hoyrdu til nakað ávíst felag. (Frá 2010 hava botnfiskatrolarar fingið nýggj makrelrættindi undir Føroyum uppá umleið 750 milliónir krónur.) Hinvegin var tað ikki í trá við lógina, ikki at veita feløgum í fiska botnfisk tosk, og hýsu við húki nýggj rættindi undir Føroyum. Tá staðfest er, at høvuðsendamálið í lógini er at verja botnfiskastovnarnar og samstundis sum vit vita, at Havstovan hevði malt til, at steðga allari beinleiðis veiðu eftir toski og hýsu í 2010. So átti myndugleikin at givið hesum feløgum møguliga at gagnnýtt nýggj rættindi vísandi til:

“landsstýrismaðurin kann leggja dent á m.a. at bøta um trupul viðurskifti hjá persónum og feløgum, ið standast av kvotabýtinum”.

Landið hevur áhaldandi tikið dagar og friða leiðir. Tað er beinleiðis ósakligt og ólógligt at diskriminera nøkur útvald vinnufeløg, hesi feløg hava eisini veri fyri stórum missi orsaka av nátturuviðurskiftum og munandi politiskum intrivum í teirra vinnumøguleikar.

Grundleggjandi misskiljingar og feiltulkingar ført til skammlop í allar skipanini

Tá fiskimálaráðið fór undir at knýta rættindir at skipum var brotið við eitt av teimum mest grundleggjandi prinsippinum, (Tað er felagið ella persónurin í eigur eitt skip í fær rættindi og kann viðkomandi persónur ella felag skifta skip út við annað skip).

Haraftrat var talan um, at knýta veiðu av uppisjóðaratilfeingið til fiskifør sum sambært lógina um vinnuligan fiskiskap vóru góðkend til at fiska botnfiska tilfeingið, hetta letur seg heldur ikki gera eftir lógini.

Hinvegin framgongur tað beinleiðis av lógini, at ikki søgulig tilfeingið, kann veiðast við fiskiførum sum ikki hava nakra ávísa góðkenning (veiðuloyvið).

Politiska býtið – Lángtíðarsemjan 2011

Sum víst á í hesi grein, so hendi munandi broytingar undir Føroyum. Kreppa í høvuðsvinnuni í eini 15 ár og var tað hetta sum man frá vinnuni royndi at loysa, við at fáa myndugleikan at hjálpa vinnuni við at fáa raksturin at hanga saman, við at fara eftir tí tilfeingið sum var á heimabeitinum hjá okkum. Men tað løgna hendi at politikara fóru við politiskari lángtíðarsemju av sínum eintingum og uttan at hýggja eftir hvat lógin segði og hvat fyri møguleikar vóru í lógini fyri at útluta nýggj rættindir undir Føroyum at býta í heimildarloysið og er lógin um vinnuligan fiskiskap ikki nevnd í lángtíðarsemjuni.

Politiskar semjur 2011

Óli Jacobsen skrivar í grein á 24.fo tann 14.mai 2018 brot endurgivið her:

“Tað er væl einki óvanligt ella forgjørt í, at politiskir flokkar og/ella floksformenn gera semjur um ymisk viðurskifti, tvørtur ímóti, men um politiskar semjur onkursvegna skullu hava rættarvirknað, so er neyðugt, at rættar mannagongdir verða fylgdar.

Er talan um, at bólkar av politikkarum – uttan um løgtingið – á økjum, sum eru regulerað í lóg, gera semjur, sum tilætlað skulu hava rættarvirknað, so má tað sum eitt minstakrav kunna krevjast, at tað er staðfest, at heimild er í lógini fyri tí, sum semja er gjørd um at fremja.

Útgangsstøðið fyri langtíðarsemjuni 2011 var, at 150.000 tons av makreli skuldu veiðast í føroyskum sjógvi. Tá føroysk og fremmand veiða av makreli søguliga hevði verið uml. 25-30.000 tons, so var talan um, at 120.000 tons av nýggjum tilfeingi til eitt virði uppá 600-700 mio., skuldi konverterast til rættindi í lógini.” Ó.J.

Úrslitið kenna vit, uppisjóðarfeløgini hava munandi betur rættindi enn tey høvdu áðrenn 2010. Feløg í reka flakatrolarar, rækjutrolarar, stillhavstrolarar, partrolarar, djúpvatnstrolarar, trolbátar hava frá 2010 til 2017 fingið nýggj rættindi undir Føroyum uppá umleið 1 milliard krónur.

Hetta er gjørt uttan at hyggja eftir lógini og útlutanin er gjørd ymiskt ár frá árið. Hetta er gjørt tilvildarligt, ósakligt og diskriminerandi í mun til fleiri vinnufeløg.  Politikarar hava uttanum løgtingið við skiftandi grundarlagið siti og býtt risa virðir. Fiskimálaráðið hevur við skiftandi grundgevingum sagt politikarum hvat er møguligt og ikki.  Somuleiðis eru kunngerðir í ikki hava heimild í einari lóg brúkt. Eins og framkomin eru hugtøk sum als ikki eru kend í ávarandi lógarteksti.

“Lógin ásetur, at gagnnýtsla av vanligum rættindum bert kann fara fram við fiskiførum, sum hava veiðiloyvi, meðan veiða av fyribils og avmarkaðum rættindum, sum landsstýrismaðurin tillutar, kann fara fram við fiskiførum, við ella uttan veiðiloyvi.

Henda serstaka møguleika fyri gagnnýtslu av fyribils og avmarkaðum rættindum, sum løgtingið eksplisitt hevði lagt í lógina, inngongur ikki sum partur í langtíðarsemjuni, tvørturímóti. Harvið verða rættarstøður hjá feløgum, sum eksplisitt framganga av lógini, strikaðar í leistinum við langtíðarsemjuni.” sitat grein á 24.fo Óli Jacobsen 14-05-2018

Formålet eller formålene med udstedelse af regler må ifølge H.Z. ligge indenfor de formål, som kan tages i betragtning i henhold til pågældende lov, og i almindelighed må formålene med bekendtgørelsen positivt svare til de med loven fulgte formål. Kelda Niðast

I det normale juridiske univers er det således retsreglen, der styrer retsafgørelsens indhold. Det er ikki,hvad et flertal i folketinget måtte mene, såfremt denne mening ikke har fundet udtryk i lovform.

Myndighederne skal anvende reglerne, således at borgeren får den retsstilling, som folketinget har bestemt. Loven er bindeleddet mellem folketingets vilje og den retsstilling, som borgerne opnår i den konkret tilfælde

Det tradionelle juridiske retssikkerhedsbegreb udtrykker fordringen om, at faktiske positioner og rettigheder ikke vilkårligt ophæves, forringes eller forskydes i forholdet mellem offentlige myndigeder og borgere eller mellem disse indbyrdes.  Kelda niðast

 

Meinhard Jacobsen Msc. í Fiskivinnufrøði spyri á vp.fo í grein tann 1 juni 2017 brot úr grein

Langtíðarsemjan – stovnsrøkt – politisk útveljan?

“Enn fyriliggur einki tilfar, sum grundgevur fyri støðutakanina hjá makrelsamgonguni í 2011 – bert tað, at summir persónar og feløg skuldu hava og aðrir ikki. Haldi at tað hevði verið hóskandi, um Kaj Leo, Jóannes (Aksel), Høgni og Poul komu við grundgevingunum fyri politisku avgerðunum í langtíðarsemjuni.

Leisturin frá 2011 (langtíðrsemjan), sum er í andsøgn við kjarnuendamálini í lógini um vinnuligan fiskiskap (burðardygd), reisir fleri spurningar enn tær svara, m.a.

•    Hví – og á hvørjum grundulagi – tóku Kaj Leo, Jóannes, Høgni og Poul avgerð um ikki beinanvegin at fylgja lívfrøðuligu tilmælunum frá fiskifrøðini, men at útseta hetta í 5 ár?

•    Hvørji saklig atlit lógu til grund fyri leisti og innihaldi í langtíðarsemjuni í 2011?

•    Høvdu Kaj Leo, Jóannes, Høgni og Poul gjørt sær metingar um avleiðingarnar av leistinum og innihaldinum í langtíðarsemjuni í 2011?

•    Eru avleiðingarnar av langtiðarsemjuni frá 2011 eftirmettar?

•    Lótu Kaj Leo, Jóannes, Høgni og Poul seg tøla av stjóranum í Felaginum Nótaskip?

•    Var langtíðarsemjan í roynd og veru ein liður í eini ætlan, har endamálið var, at skunda undir eigaraskiftir í botnfiskaflotanum?”

Óli M. Lassen
siviløkonomur – reiðari

Góðu politikarar, tað er mín áheitan á tykkum um at rætta skeivleikarnar. Eg haldi ikki, at tey mistøk í eru gjørd, eru gjørd við beráddum huga, men stava alarhelst av, at tann kunning og ráðgeving tit hava fingið, ikki hevur verið nøktandi.

Um tit lesa lógina um vinnuligan fiskiskap, so koma tit skjótt eftir, at tað ongastaðni er heimild fyri, ikki at viðgerðar øll feløg í reka fiskiveiðu undir lógini um vinnuligan fiskiskap eins – Og serliga at viðgera feløg í hava verið fyri munandi niðurgongd orsaka av niðurskurði í døgum / rættindum og nátturuviðurskiftum ymiskt er óheimilað og beinleiðis í mótið lógini.

Vit tosa um risa upphæddir og sera umfatandi feiltulkingar av lóggávuni, ið skal tryggja at persónar og feløg í reka fiskivinnu fáa somu treytir og rættindir. Og at faktiske positioner og rettigheder ikke vilkårligt ophæves, forringes eller forskydes i forholdet mellem erhværvesdrivende eller mellem disse forhold indyrdes.  Tað er just tað í er hent.

Klaksvík 18 juni 2018

Óli M. Lassen, reiðari og siviløkonomur

Keldir:

I  ”Dansk Forfatningsret I. (Institutioner og regulering)” 3. udgave, kap. 29, s. 349-380, viðgerð  Henrik Zahle kunngerðir. I kap. 29. 2, verður ”indhold, genstand og formål” viðgjørt. Víst verður til fleiri dómar í viðgerðini av evninum. Henrik Zahle framførir m.a. at:

 Í bókini ”Retsanvendelse og retssikkerhed” hjá Kirsten Ketscher og Steen Rønsholdt (G- E-C Gad, København 1987) framgongur á ávikavist s. 39 og 97

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.