Vitjanin hevur eina umfatandi skrá, har krúnprinsaparið millum annað fær høvi at uppliva stórfingnu náttúruna, serstøku mentanina og føroyskan mat.

Krúnprinsaparið og teirra fýra børn fara at vitja í Tórshavnar kommunu, Klaksvíkar kommunu, Runavíkar kommunu, Sunda kommunu og Fugloyar kommunu, tá ið tey koma á almenna vitjan í august. Tað er greitt, nú endaliga skráin fyri vitjanina er við at koma undir land.

Vitjanin hevur eina umfatandi skrá, har krúnprinsaparið millum annað fær høvi at uppliva stórfingnu náttúruna, serstøku mentanina og føroyskan mat. Í løtuni verður arbeitt við at leggja seinastu hond á skránna.

Hansara kongaliga tign krúnprinsur og hennara kongaliga tign krúnprinsessa og børn teirra vitja oyggjarnar tann 23.-26. august 2018.

Miðlar, ið hava í hyggju at fylgja vitjanini, skulu í seinasta lagi tann 6.august 2018 boða Pálli Holm Johannesen, kunningarráðgeva, frá á pall@tinganes.fo.

Mynd: Hansara kongliga tign krúnprinsur og hennara kongliga tign krúnprinsessa í Føroyum í 2005. Dimmalætting eigur myndina