24.FO
Home Vinnutíðindi Alivinna Fiskaaling mennir nýggjan hátt at staðfesta laksalýs

Fiskaaling mennir nýggjan hátt at staðfesta laksalýs

Fiskaaling

GRANSKING: Fiskaaling er við í eini verkætlan, sum júst hevur fingið fígging frá einum norskum grunni, hvørs endamál er at menna ein nýggjan hátt at finna lýs í sjónum.

Granskarar arbeiða áhaldandi at finna nýggjar og effektivari hættir í strembanini eftir at staðfesta og berja niður trupulleikan við laksalýs í alibrúkum.

Saman við norskum og skotskum granskarum hevur Fiskaaling fingið játtað fígging frá norska Fiskeri- og Havbruksnæringens forskningsfond til arbeiðið at menna ein nýggjan kanningarhátt at staðfesta laksalýs í sjónum. Talan er um sonevnda fluroisens-háttin, ið ger tað lættari at eyðmerkja laksalús frá øðrum livandi verum í sjónum.

Fiskaaling hevur drúgvar royndir við at finna lús í sjónum, og fyritøkan er er helst tann einasta, sum bjóðar út tílíkar kanningar sum eina tænastu til vinnuna.

Leikluturin hjá Fiskaaling í hesi nýggju verkætlanini verður millum annað at taka taka royndir í Føroyum og eftirkanna nyttuna av hesum framferðarháttinum.

Ein stór avbjóðing í sambandi við staðfesting av laksalýs í sjónum er, at tað kann vera torført at staðfesta mongdina av laksalýs, tí tær lutfalsliga eru so fáar í tali í mun til aðrar verur í sjónum. Tað finst enn eingin háttur at skilja laksalýs burtur frá hinum verunum, tá sýni vera tikin.

Tað hevur stóran týdning fyri niðurberjingina av laksalýs, at alivinnan fær møguleikar fyri at hava betri eftirlit við støðuni, tá ræður um at fylgja við smittuvanda av laksalýs. Og her er tað, at menningin av nýggja háttinum at staðfesta laksalýs kann koma at vera til stóra nyttu. 

- Advertisment -

Most Popular

Stigvís avvenjing gevur besta úrslitið

Seinasta kanningin hjá Fólkaheilsuráðnum vísti at 18% av føroyingum omanfyri 18 ár roykja dagliga. Nógv, sum roykja, ynskja at leggja av. Men tað kann...

SUMMAR VIÐ TJÓÐSAVNINUM

Tjóðsavnið hevur sett saman eina røð av spennandi upplivingartúrum í summar. Túrarnir venda sær til bæði børn og vaksin, sum vilja uppliva okkurt øðrvísi...

Fiskaaling, Tari og Hiddenfjord í týskum sjónvarpi

Arte TV, sum er knýtt at kenda týska tíðarritinum Der Spiegel, hevur framleitt eina sjónvarpssending Føroysk taraframleiðsla er partur av heimildarfilmi, sum týska Arte TV,...

Nú verður summar í havn

Herfyri sóknaðist kommunan eftir hugskotum til, hvat kommunan kann bjóða í summar. Knappliga 200 uppskot komu inn, og stívliga helvtin vóru hugskot um, hvat kann...

Seneste kommentarer