Røðan, sum løgmaður Aksel V. Johannesen helt í samband við, at ársins íverksetari varð kosin.

Góðan dagin øll somul!

Virksemið hjá ársins íverksetara byrjaði spakuliga sum eitt frítíðarítriv, har tað varð selt til jólasølur, festivalar og onnur tiltøk.

Í 2014 fóru fyrireikingarnar í gongd við at menna eina nútímans framleiðslu og í 2015 fekst ein løggilding til vega í einum bakaríi í Havn. Hetta var eitt tað besta bakaríið í býnum, og hevði tað staðið at kalla órørt, síðani tað lat aftur fyri næstan 20 árum síðani.

Ársins íverksetari byrjaði sína framleiðslu á vári 2015, og fyrsta konfekteskjan kom á marknaðin til Mentanarnáttina sama summar. Longu 4 mánaðir seinni tók eigarin eitt stórt stig við at siga seg úr sínum fasta starvi, og fór undir sítt virksemi fulla tíð.

Tá eftirspurningurin bara vaks og hølini skjótt gjørdust ov trong, var í 2016 farið undir fyrireikingar at flyta framleiðslu og lata upp cafe í gamla bankabygningum í Niels Finsens gøtu. Hetta gjørdist veruleiki tann 1. november 2016, tá ið dyrnar lótu upp í nýggja terminalinum í Steinatúni.

Ársins íverkseti er í dag ein fyritøka, sum framleiðir sjokulátu og annað góðgæti til tann føroyska marknaðin. Kondittarí er eisini komið afturat, so at fyritøkan rekur nú eisini café, og selur køkur út úr húsinum.

Alt, sum fyritøkan framleiðir er gjørt við hond og góðum rávørum. Dentur verður lagdur á at nýta føroyska rávørur í størst møguligan mun.

Ársins íverksetari kann vísa á góð fíggjarlig úrslit seinastu árini, og eisini á hesum økinum er fyritøkan fyrimynd fyri aðrar nýggjari fyritøkur.

Við sínum nýhugsandi hátti hevur ársins íverksetari gingið undan, tikið stóran váða og givið øðrum íblástur. Eigarnarnir eru ímyndin av íverksetan, og tað sær út til at hava eydnast væl tey fyrstu árini, sum vanliga eru tung hjá eini nýggjari fyritøku.

Kirstin og Høgni Hammer eiga og reka fyritøkuna, sum í meira enn 10 ár hevur virkað vørur undir hesum heitinum.

Ársini Íverksetari er Gómagott!

Takk fyri!