Klokkan 9 fyrrapartin byrjar árligi fundurin millum uttanríkisráðharrarnar í Danmark og Føroyum, Anders Samuelsen og Poul Michelsen.

Á skránni er føroyska ynskið at broyta uttanríkispolitisku lógina, verju- og trygdarpolitisk viðurskifti, føroyska umsóknin um limaskap í norðurlendska samstarvinum og sínámillum kunning.

Klokkan 10:30 verður tíðindafundur í Tinganesi. Eftir tíðindafundin fer Anders Samuelsen í Løgtingsins uttanlandsnevnd.

Umframt fundirnar við Poul Michelsen og uttanlandsnevndina hevur Anders Samuelsen eisini tikið lut í ráðstevnuni Arctic Hubs, sum er í Norðurlandahúsinum. Hann fer aftur til Danmarkar í kvøld.