Home Fólk & SamfelagPolitikkur Bretskur ráðharri í fiskivinnumálum vitjar í Føroyum

Bretskur ráðharri í fiskivinnumálum vitjar í Føroyum

by OML

George Eustice, ráðharri í fiskivinnumálum (Minister of State at the Department for Environment, Food and Rural Affairs), er á almennari verkavitjan í Føroyum mikudagin og hósdagin. Tað er Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri, sum er vertur fyri vitjanini.

Beint eftir, at hann er lendur mikudagin á middegi, verður farið við tyrlu til Klaksvíkar, har miðmáli og fundur verður á Kósini við høvuðsleikararnar í føroysku fiskivinnuni. Eftir hetta fer hann umborð á eitt uppsjóvarskip.

Síðan gongur leiðin til Glyvrar, har hann fer at vitja Bakkafrost. Um kvøldið verður døgurði í Runavík, áðrenn leiðin gongur til Havnar við Brimli.

Hósmorgunin fer bretski ráðharrin fyrst á kurteisisfund við Aksel V. Johannesen, løgmann, og síðan á fund við Poul Michelsen, uttanríkis- og vinnumálaráðharra.

Sum tað síðsta á vitjanini fer hann á fund við Høgna Hoydal, fiskimálaráðharra, og eftir tann fundin verður høvi hjá fjølmiðlunum at hitta teir báðar í Tinganesi hósdagin klokkan 11:35-11:50 har greitt verður frá teimum málum, sum vóru umrødd undir vitjanini.

Vitjanarskráin kann heintast her.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.