Home Fólk & SamfelagPolitikkur Tað kann ikki passa!

Tað kann ikki passa!

by OML

Rættarnevndin hjá løgtinginum tekur ikki undir við, at atkvøðurnar á smáu valstøðunum skulu verða taldar saman við atkvøðum frá størri valstøðum. Bara umboðini hjá Sambandsflokkinum í rættarnevnini taka undir við uppskotinum. Harvið er staðfest, at áhugi er ikki fyri, at føroysk løgtings- og kommunuval skulu vera loynilig.

Samband 15. apríl 2018

Tað skal framvegis vera møguligt at rokna út, hvør atkvøður hvat á smáplássunum, og tað skal eisini bera til at trýsta fólk á hesum plássum til at atkvøða ímóti teirra sannføring. Hetta er snøgt sagt ikki í lagi.

Vit kalla okkum eitt fólkaræði og vit liva í 2018!

 

Bíligar undanførslur

Tað ber altíð til at finna bíligar undanførslur, og tað roynir meirilutin í rættarnevndini eisini eftir førimuni at gera. Víst verður millum annað á, at ”tað er fremjandi fyri fólkaræðið, at veljarar á smærru støðunum hava sítt valstað eins og veljarar á størru valstøðunum.”

Hetta fær meg at seta spurnartekin við, um tey sum hava skrivað álitið yvirhøvur hava lisið uppskotið. Tað stendur jú beinleiðis í uppskotinum, at tað snýr seg IKKI um at avtaka nakað valstað. Skotið verður harafturímóti upp, at veljarar skulu kunna velja á vanliga staðnum, men atkvøðurnar skulu verða fluttar til annað stað, fyri at verða taldar upp har.

Meirilutin í rættarnevndini nevnir nógvar aðrar grundgevingar fyri, hví vallógin átti at verið tikin upp til nýggja viðgerð. Alt gott um tað, men hví brúka hesar undanførslur fyri ikki at taka undir við hesum uppskotinum? Tey hava einki við hvørt annað at gera, og einki bendir á, at nakar arbeiðir við hinum spurningunum. – Hví ikki bara vera erligur og siga bart ut: Vit ynskja ikki, at valini skulu vera loynilig?

Alt hevur sínar avbjóðingar, men tað skal eingin billa mær inn, at tað ikki ber til at flyta ein kassa við atkvøðum frá einum valstaði til annað í 2018.

Helgi Abrahamsen

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.