Magnus Heinason er júst liðugur við kanningar av svartkjafti sunnan fyri Føroyar. Fyribilsúrslitini vísa, at væl meira er til av svartkjafti í føroyskum øki í ár í mun til í fjør. Meginparturin av svartkjaftinum í kanningini í ár eru 2013 og 2014 árgangirnir.

Í einum av hálinum á Wyville Thomson Rygginum var meginparturin smáur svartkjaftur, hetta er helst 2016 árgangurin. Tað hevur ikki verið nógv at sæð til henda árgangin í kanningunum higartil, og hann verður tí mettur at vera undir miðal.

Kanningin er skipað sum altjóða felagskanning undir ICES, har Føroyar luttaka saman við Noregi, Írlandi, Hollandi og Spania. Hini skipini hava kannað gýtingarøkini longri suðuri. Samlaða nøgdin av svartkjafti, har tølini frá øllum rannsóknarskipunum eru við, verður roknað á fundi í Keypmannahavn 24-26 apríl.

Les alla frágreiðingina (pdf).

Jan Arge Jacobsen
11. apríl 2018

 

Ekkóvirðir (nøgd) av svartkjafti, Magnus Heinason 28/3-11/4 2018.