24.FO TÍÐINDAPORTALUR

Home Tíðindir Magn keypir meirilutan í Demich

Magn keypir meirilutan í Demich

Tíðindir: magn.fo

62
Mynd hjá magn

Tað er meint í álvara, tá orkufelagið Magn bjóðar seg fram sum grønur orkuveitari. Nú hevur felagið keypt meirilutan í P/F Demich, sum er fremsti veitarin av hitapumpuloysnum á føroyska marknaðinum.

Føroyar standa á gáttini til eitt orkuskifti, har grønar orkukeldur skulu avloysa brennievni úr olju.

Á Magn hava vit fleiri ferðir boðað frá, at vit fegin vilja vera partur av hesum orkuskifti. Tí hevur felagið nú keypt meirilutan í P/F Demich, sum er fremsta HVS-virkið á føroyska marknaðinum, tá tað snýr seg um grønar hitaloysnir.

Samgongan hevur sett sær sum mál, at øll upphiting á landi skal stava frá varandi orku longu í 2030. Vit bjóða okkum fram at vera við til at taka hetta stóra takið, tí gyltu málini hjá samgonguni kunnu bert røkkast, um allar góðar kreftir her á landi arbeiða saman fram ímóti teimum.

Keypið hjá Magn av meirilutanum í Demich og eftirfylgjandi tætta samstarvið millum fyritøkurnar báðar, kann veruliga gera mun, og seta ferð á grøna orkuskiftið í Føroyum. Tíverri forðar verandi   elveitingarlóg fyri, at nýggja Magn/Demich-samstarvið kann flyta Føroyar eins langt og skjótt fram á grønari kós, sum vit viljað.

Hendrik Egholm, samtaksstjóri

Liberalisering av elveitingini alneyðug
Um 2030-visjónin skal gerast veruleiki, og um nýggja samstarvið millum Magn og Demich skal gera mun, er alneyðugt, at elveitingin í Føroyum verður liberaliserað. Galdandi elveitingarlóg bremsar einum skjótum orkuskifti, og tí má politiski myndugleikin lata føroyska elnetið upp og loyva privatum veitarum at selja streym beinleiðis til brúkaran.

Hendir tað, fer at bera til hjá Magn og Demich at víðka og samansjóða virkisøkini enn meira og bjóða heildarloysnir, grundaðar á varandi orkukeldur, til brúkararnar fyri lagaligan prís.

Styrki, royndir og førleikar
Magn er eitt fíggjarliga sera sterkt orkufelag við sera drúgvum royndum í at tryggja føroyingum orku. Vit kenna samfelagið, kundarnar og tørvin.

Í meira enn 90 ár hava vit prógvað, at vit eru før fyri at veita eina trygga og góða tænastu sum veitari av oljubaseraðum orkuloysnum. Keypið av meirilutanum í Demich skal tryggja, at vit kunnu veita eina eins góða tænastu, tá tað snýr seg um grønar orkuloysnir.

Við hesum keypinum og við starvssetanini av fyrrverandi tekniska stjóranum á SEV, Finn Jakobsen, lýkur Magn allar fortreytirnar fyri at kunna bjóða seg fram á vaksandi orkumarknaðinum, samstundis sum hesin skal gerast grønur – tí vit hava fíggjarligu styrkina, drúgvar royndir og bestu førleikar innan vindorku, ravmagnskervi og grønar orkuloysnir til upphiting.

Alt hetta talar fyri, at Magn eigur at vera ein lyklaleikari í 2030-visjónini.

Demich á odda
Fyri Magn hevur tað eisini verið av avgerandi týdningi í allari keypstilgongdini, at verandi eigarar og lyklastarvsfólk í Demich halda fram í felagnum, tí hesi hava meira enn onnur staðið í fremstu røð at veita grønar orkuloysnir í Føroyum seinastu árini og hava tískil ómetaliga vitan og førleikar í viðførinum.

Torbjørn Hansen, stjóri í Demich, hevur lýst nýggja samstarvið og ognarfelagsskapin við Magn soleiðis

”Teir kundarnir, sum higartil hava gjørt íløgur í grønar orkuloysnir, eru í stóran mun tey visjoneru. Saman við Magn sleppa vit nú út til fleiri, ja út til helmingin av føroysku húsarhaldunum. Tískil kann grøna loysnin nú gerast fremsta valið hjá munandi fleiri húsarhaldum enn frammanundan. Vit halda avgjørt, at hendan tilgongdin kann framskundast, við at elveitingin í Føroyum verður liberaliserað“.