Home Fólk & SamfelagPolitikkur Til Íslands at viðgera Hoyvíkssáttmálan

Til Íslands at viðgera Hoyvíkssáttmálan

by OML

Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, hittir í morgin íslendska starvsbróður sín, Guðlaug Þór Þórðarson, uttanríkisráðharra.

Talan er um fyrsta stig í ætlaðari endurskoðan av Hoyvíkssáttmálanum, m.a. fyri at tryggja samljóð millum sáttmálan og løgtingslógina um fyrisiting av sjófeingi.

Endamálið við fundinum í morgin er at leggja fram føroyskt ynski um at gera broytingar í sáttmálanum og viðgera, hvussu tilgongdin at laga til Hoyvíkssáttmálan skal skipast.

“Búskaparliga grundarlagið í Íslandi og Føroyum er í stóran mun fiskivinna. Tað er tí natúrligt, at vit eru bæði samstarvsfelagar og kappingarneytar í senn. Viðhvørt stinga støður seg upp, har vit ikki er samd. Men sum næstu grannatjóðir hava vit sjálvandi nógv felags áhugamál, ið vit hava samstarvað væl um,” sigur Poul Michelsen.

Avbjóðingar eru í viðurskiftunum millum Føroyar og Ísland, bæði á handils- og fiskivinnuøkinum. Landsstýrismenninir Poul Michelsen og Høgni Hoydal kunnaðu fríggjamorgunin Løgtingsins uttanlandsnevnd um viðurskiftini millum londini og tær tilgongdir, sum ætlanin er at fara undir í næstum, bæði viðvíkjandi Hoyvíkssáttmálanum og fyri at gera ein rammusáttmála um fiskiveiðisamstarvið millum Føroyar og Ísland.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.