Home Fólk & Samfelag Sóley nýggjur umsitari á Hugskotinum

Sóley nýggjur umsitari á Hugskotinum

by OML

Sóley Heradóttir Hammer er sett í starvið sum umsitari á Hugskotinum. Uppgávan hjá Hugskotinum er at veita ráðgeving og bjóða innivist í einum kveikjandi umhvørvi. Hugskotið skal styrkja um møguleikarnar fyri einum fjøltáttaðum vinnulívi, fyri at nýggjar vinnur taka seg upp og útlitini fyri vøkstri í Tórshavnar kommunu.

Hugskotið húsast í Sjóvinnuhúsinum á Eystaru bryggju. Henda staðseting fer nú at síggjast aftur í leiklutinum hjá Hugskotinum, tí umframt at halda góðum hugskotum til, fer Hugskotið eisini at samskipa arbeiðið at virðisøkja føroyska tilfeingið.

Sóley Heradóttir Hammer er 36 ára gomul og hevur masterútbúgving í løgfrøði og bachelor í stjórnmálafrøði frá Fróðskaparsetri Føroya, umframt útbúgving í altjóða samskifti frá Háskóla Íslands.

Hon hevur frá 2011 verið verkætlanarleiðari í Íverksetarahúsinum. Eitt skiftið var hon lærari á framhaldsdeildini á Skúlanum á Ziskatrøð og hevur annars nógvar aðrar arbeiðsroyndir, m.a. hevur hon nærum tvey ára royndir frá uttanríkistænastuni í Reykjavík.

Umsitarin í Hugskotinum skal umframt at kveikja íverksetarar eisini fáa okkara ríka náttúrutilfeingi at kasta meira pening av sær. Íløgupeningur er í Føroyum til góðu hugskotini, og nú vilja vit eisini bjóða fyritøkum og persónum umstøður til at menna og vinda nýggjar vørur burtur úr serliga tilfeinginum í sjónum.

Sostatt fer Hugskotið at flyta seg til eisini at verða eitt savnandi stað hjá vinnuspírum og fyritøkum, sum síggja stórar møguleikar í at økja virðið á tí stóra tilfeingi, sum er í føroyskum øki.

Sóley Heradóttir Hammer byrjar í starvinum tann 1. mai 2018

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.