Uppskot um varskógvaraskipan verður nú sent til hoyringar

148

Í Føroyum hava starvsfólk í almennum starvi onga varskógvaraskipan, har tey ónavngivin kunnu fráboða, um møguligt óreglusemi ella ólóglig viðurskifti gera seg galdandi. Fylgjurnar av hesum kunnu vera, at starvsfólk aftra seg við at boða frá av ótta fyri, at tað kann fáa fylgir fyri tey sjálvi.

Fleiri av okkara grannalondum hava sett varskógvaraskipan í verk fyri starvsfólk í almennum starvi, men higartil hava vit í Føroyum bert sett lógarkrav um tílíka skipan fyri fíggjargeiran í Føroyum.

Endamálið við hesi varskógvaraskipan er at tryggja, at óreglulig viðurskifti verða fráboðað soleiðis, at almennir myndugleikar kunnu fáa viðurskiftini í rættlag. Á henda hátt ber til at røkka yvirskipaða málinum um opinleika og gjøgnumskygni. Eisini er hetta við til at styrkja rættartrygdina í samfelagnum.

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, sum yvirskipað varðar av alment settum starvsfólkum, hevur tí sent lógaruppskot til hoyring um, at ein varskógvaraskipan skal setast í verk.

Lógaruppskotið, ið er sent til hoyringar, kann lesast her

Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til Fíggjarmálaráðið.