Home Fólk & Samfelag Leiðari á Studna settur

Leiðari á Studna settur

by OML

Rigmor Dam, landsstýriskvinna, hevur sett Jørgen Meitilberg í starvið sum leiðara á Studna frá 1. mars 2018 at rokna.

Jørgen Meitilberg er 42 ára gamal og útbúgvin cand.mag. í søgu og stjórnmálafrøði.
Jørgen Meitilberg hevur týðandi leiðsluroyndir sum fyrisitingarstjóri á Fróðskaparsetri Føroya. Harumframt hevur hann arbeitt sum fulltrúi í Mentamálaráðnum í nøkur ár.
19 umsóknir vóru til starvið.

Mentamálaráðið, 28. februar 2018

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.