2017 hilnaðist væl hjá BankNordik-samtakinum, sum hóast avbjóðandi marknaðarumstøður hevur styrkt sína støðu. Rakstrarúrslitið gjørdist 233 mió. kr., og hetta er 42 mió. kr. meira enn í 2016. Bankin metir útlitini fyri 2018 vera góð og væntar ein framhaldandi vøkstur í eftirspurningi frá bæði húsarhaldum og fyritøkum.

”2017 var eitt gott ár fyri samtakið, ið hevði framgongd á øllum marknaðum. Økta virksemið í føroyska samfelagnum sæst aftur í hóvliga útlánsvøkstrinum og niðurskrivingarnar eru á einum lágum støði. Samanumtikið er roknskapurin í samsvari við væntanirnar fyri árið, og tað eru vit væl nøgd við,” sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik.

Fíggjarstøðan hjá samtakinum er styrkt munandi, og í ársroknskapinum sæst, at gongdin er góð á bæði privat- og vinnuøkinum. Lágu niðurskrivingarnar bera boð um, at fíggjarstøðan eisini er batnað hjá kundum bankans seinasta árið. Nógv ferð er á føroyska búskapinum, eftirspurningurin eftir bústøðum er stórur og sethúsaprísirnir høgir. Alt bendir á, at hendan gongdin fer at halda fram, og leiðsla bankans væntar, at 2018 eisini fer at roynast væl.

Umframt góðu gongdina á føroyska marknaðinum hevur útlendska virksemið hjá BankNordik stóran týdning fyri samlaða úrslitið hjá samtakinum. Sostatt stavar umleið helvtin av ársúrslitinum áðrenn skatt – 119 mió. kr. – frá bankavirkseminum í Danmark og Grønlandi. ”Hóast vit virka á 3 ymiskum marknaðum, hava vit seinastu árini miðsavnað nógvar uppgávur í Føroyum og stovnað nýggj størv her á landi. Tað vil siga, at ein stórur partur av okkara dugnaligu føroysku starvsfólkum loysir uppgávur, ið viðvíkja danska og grønlendska virkseminum. Henda skipanin hevur eydnast sera væl, og væntandi fer føroyski starvsfólkahópurin at vaksa eitt sindur afturat í 2018,” sigur Árni Ellefsen.

Í sambandi við regluliga eftirlitið hjá Fíggjareftirlitinum í fjør heyst fekk BankNordik boð um at niðurskriva høvuðssætið í Tórshavn. Tískil er høvuðssætið í dag bókað til 62 mió. kr. í roknskapinum – eitt virði, sum er væl lægri enn tað, sum bankin metir seg kunna fáa fyri bygningin, um hann verður seldur. BankNordik hevur tí í hyggju at selja bygningin, um ein nøktandi prísur fæst. Ein treyt fyri søluni er tó, at bankin sleppur at gera eina langtíðar leiguavtalu við keyparan, so bygningurin framhaldandi kann verða brúktur sum høvuðssæti hjá samtakinum. Á tann hátt fær ein møgulig søla onga ávirkan á dagliga virksemið hjá bankanum, og einki verður broytt fyri starvsfólk ella kundar.

Virksemið hjá dótturfeløgum bankans royndist eisini væl í 2017. Trygd hevði eitt gott ár við hækkandi inntøkum og lutfalsliga fáum tryggingar- skaðum samanborið við 2016. Stóri eftirspurningurin eftir bústøðum sæst eisini aftur í roknskapinum hjá Skyn, sum seldi 189 ognir í 2017 samanborið við 182 í 2016.

BankNordik fer frameftir at rinda 20-40% av úrslitinum í vinningsbýti. Sostatt verða samanlagt 40 mió. kr. eftir ætlan goldnar íleggjarunum í vinningsbýti fyri 2017. Hetta svarar til 4 kr. fyri hvørt partabrævið.

Ársroknskapurin 2017 í stuttum

– Rakstrarúrslitið er 233 mió. kr. samanborið við 191 mió. kr. í 2016. – Bankin førdi aftur niðurskrivingar fyri 60 mió. kr. samanborið við 12 mió. kr. í 2016. – Rakstrarúrslitið áðrenn niðurskrivingar er 173 mió. kr. samanborið við 179 mió. kr. í 2016. – Útlán bankans eru hækkað við 0,4 mia. kr. til 9,5 mia. kr. – Innlán bankans eru lækkað úr 12,7 mió. kr. í 2016 til 12,6 mia. kr í 2017. – Solvensur bankans er hækkaður úr 18,3% í 2016 til 19,7% í 2017. – Leiðslan væntar, at rakstrarúrslitið fyri 2018 verður 160-200 mió. kr. áðrenn niðurskrivingar.