Home Fólk & SamfelagPolitikkur Javnaðarflokkurin varpar ljós á sosiala dumping í Føroyum

Javnaðarflokkurin varpar ljós á sosiala dumping í Føroyum

by OML

Ábendingar eru um, at føroyskar fyritøkur keypa útlendska arbeiðsmegi til landið uttan arbeiðsloyvi, og hetta kann føra til sosiala dumping. Eftirlitið við hesum eigur at betrast, heldur Jónleif Johannesen, tingbólkaformaður fyri Javnaðarflokkin.

Jónleif Johannesen, tingbólkaformaður fyri Javnaðarflokkin, hevur sett landsstýrismanninum við uttanríkis- og vinnumálum, Poul Michelsen, ein fyrispurning um útlendska arbeiðsmegi og sosiala dumping. Spurningurin verður settur m.a. tí at ábendingar eru um, at føroyskar fyritøkur keypa útlendska arbeiðsmegi til landið uttan arbeiðsloyvi, og hetta kann føra til sosiala dumping.

Tá ein útlendingur kemur Føroya at arbeiða, skal viðkomandi vanliga søkja um arbeiðsloyvi. Tó eru nøkur undantøk. Umframt millum annað vísindafólk, listafólk og ítróttarfólk kunnu montørar, skipasmiðir, maskinsmiðir og sveisarar koma til landið at arbeiða í avmarkaða tíð uttan arbeiðsloyvi, um hesi annars hava visum í lagi. Undantaksloyvini eru serliga ætlað arbeiðsfólki við servitan, ið ikki finst í Føroyum.

Javnaðarflokkurin hevur fingið at vita, at arbeiðsgevarar yvirtulka hesa sonevndu montørregluna. Vanligir handverkarar koma inn í landið sum “montørar” fyri soleiðis at sleppa undan arbeiðsloyvi. Vanligt handverkaraarbeiði er ikki fevnt av montørregluni, og tí kann her vera talan um ólógligt virksemi, um hesi arbeiða í landinum uttan arbeiðsloyvi. Eisini hevur verið ført fram, at hesir handverkarar arbeiða fyri eina lægri tímaløn, og at eftirlitið við hesum er ov lítið.

Ein annar trupulleiki í hesum sambandi er, at talið av útlendingum, sum eru í landinum uttan arbeiðsloyvi, ikki verður skrásett. Tí vita vit ikki, hvussu nógvir útlendingar eru í Føroyum í løtuni við undantaki um arbeiðsloyvi eftir m.a. montørregluni – lógligt ella ólógligt.

Nevndu viðurskifti kunnu føra til sosiala dumping, sum skapar ójavna kapping á arbeiðsmarknaðinum, og tí eiga vit at kanna, hvussu vit á besta hátt basa hesum, sigur Jónleif Johannesen.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.