Home Tíðindir Innfluttu akfør fyri hálva milliard og brennievni fyri næstan heila milliard

Innfluttu akfør fyri hálva milliard og brennievni fyri næstan heila milliard

by OML

Vit innfluttu fyri 7,2 mia. kr. í fjør. Tað eru 650 mió. kr. meir enn árið fyri, ein vøkstur á 10%. Tað er meir innflutt í flestu vørubólkum. Hetta skriva Hagstova Føroya á heimasíðuni.

 

Innflutningurin av brennievni er vaksin 300 mió. kr., og kemur hetta bæði av, at prísurin er farin upp, og at størri nøgdir eru innfluttar.

Tað, sum vit rokna fyri at verða innflutt til beinleiðis húsarhaldsnýtslu, er vaksið 9%. Vøksturin av teimum ódrúgvu nýtsluvørunum, sum mati, drekkivørum o.ø. er vaksið 6%, meðan tað er størri vøkstur av teimum drúgvaru nýtsluvørunum (innbúgv, hvítvørur o.t.).

Vit innfluttu akfør fyri hálva mia. kr. í fjør. Tað er 20% meir enn árið fyri. Hetta er tað mesta nakrantíð, sum er brúkt uppá bilar, og samanborið við 2009, tá innflutningurin var í botni, er talan um eina fimmfalding.

Dagførd og útgreinað hagtøl um innflutningin eru at finna í hagtalsgrunninum her.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.