Eitt av herrópunum hjá sitandi samgongu áðrenn valið  var,  at um teir komu til valdið, so skuldi ríkidømið í havinum býtast javnari og  rættvísari. Ríkidømið  skuldi út í hvønn krók í landinum, inn í hvørja stovu. Øll skuldu merkja ágóðan av fiskiríkidøminum. Tað eydnaðist teimum eisini  at fáa veljaran at trúgva hesum.  Enntá so mikið væl,  at teir vunnu valið uppá at lova hetta.

Nú er skeiðið hjá hesi samgongan meir enn hálvrunnið, men enn hava vit onki sæð til, at størri partur av  ríkidøminum er farin út í  hvønn krók í landinum, inn í  hvørja stovu. Heldur hinvegin,  sitandi samgonga er farin út í hvønn krók í landinum eftir meir peningi.
Í síðstu viku sóu vit í bløðunum, at skipini hjá Varðanum høvdu eina afturgongd uppá 19 % ella 115 milliónir í 2017.  Høvuðsorsøkin var uppboðssølan. Eg kenni ikki tølini hjá restini av flotanum, men  um  tað sama ger seg galdandi har,  so er talan um 100 tals  milliónir verri úrslit tilsamans hjá flotanum orsakað av uppboðssøluni.  Peningur sum er farin í landskassan.
Haldi tað mann verða lagnunnar speisemi, at tað var undanfarna borgarliga samgonga við Jacob Vestergaard landstýrismanni í fiskivinnumálum á  odda, sum skaffaði okkum milliardavirðini, men  sum sitandi samgonga so vann valið uppá. Hetta var  eitt løgið fyribrygdi.   Vestergaard fór einsamallur maður ímóti ES og stóð sum drangur í brimi og vann. Tað vóru hesi virðini, sum undanfarna samgonga vann okkum,  sum sitandi samgonga á snildisligan hátt gjørdi sær dalt av til valið.  Tey fortaldu fólki, at virðini, sum borgarliga samgongan vann okkum,  skuldu býtast rættvísari. Virðini skuldu út í hvønn krók. Tað bleiv tikið uppaftur og uppaftur.  Um undanfarna borgarliga samgonga ikki vann okkum hesi virðini, so vóru ongi virðir hjá hesi samgongu at deila. So var onki at deila út og  so var onki hjá  teimum at fara til val uppá.  So var onki agn.

Fáa ongantíð nokk
Hóast hesar 100 – tals milliónirnar, sum samgongan  hevur kravt inn frá  fiskivinnuni kring landið, og sum hava fossað inn í landskassan,  so verður ikki helmað í. Meira vil hava meira.   Hetta ger ongan mun í roknistykkinum hjá reyðu samgongu.  Nýtslan verður bara sett tilsvarandi upp og peningurin fossar bara tað meir útaftur.  Almenn útgjaring og oyðsl og milliónir verða brúktar til at keypa sær atkvøður fyri.  Almennir pengar verða  enntá brúktir  til at kappast við privata vinnu.  Vanligi skattgjaldarin/løntakarin verður framvegis undirdýktur í avgjøldum.
Hóast 100 tals millíonir í skattum og avgjøldum frá fiskivinnuni, so líður vanligi løntakarin, flakakvinnan, arbeiðsmaðurin, námsfrøðingurin, sjúkrasystirin og onnur  framvegis undir, at hendan samgongan hækkaði heilsutrygdargjaldið, hækkaði inngjaldaði til  samhaldsfasta og ætla at hækkað tað enn  meir,   hækkaði avgjaldið á  diesel og bensin,  hækkaði vegskattin, hækkaði kvf gjaldið, hækkaði gjaldið til barsilsskipanina, hækkaði tinglýsingargjaldið, innførdi nýggj umhvørvisavgjøld.
Avgjaldsøðin tykist ongan enda at fáa.

Tjóðarfrælsi/frælsi hins einstaka
Tjóðveldi vil hava fullveldi/tjóðarfrælsi og tað er eitt  gott stevnumið, men tað nyttar onki, um tað  persónliga frælsið verður skert.   Hvat við  persónliga frælsinum, tá bróðurparturin av inntøkuni fer til støðugt  nýggjar og  hækkandi   skattir og avgjøld. Hart tjentu krónurnar  verða latnar øðrum at umsita og umfordeila,  í hesum førinum  landstýrinum.  Frælsi hins einstaka at brúka   súrt vunnu krónurnar til tað hann vil sjálvur,  verður skert. Eitt slag av  ómynduggering og skattgjaldarin  verður reduceraður til eitt skaffidýr.  Føroyingurin skal bara skaffa peningin, men onnur omanfyri hann skulu umsita og avgera,hvat peningurin  skal brúkast til.
Nær fer vanligi føroyingurin, vanligi løntakarin at merkja nakað til ríkidømið, sum skuldi kanaliserast út í hvønn krók i landinum, sum  lovað bleiv.  Nær fer hann at merkja nakað til gyltu  vallyftini hjá reyðu samgonguni um at ríkidømið skuldi út í hvønn krók ? Nær fer reyða samgongan at halda tað, sum hon lovaði ?