Home Tíðindir 26.358 løntakarar í november

26.358 løntakarar í november

by OML

Trendurin í november, ið tekur hædd fyri árstíðaravvikum og øðrum óreglusemi í lønargjaldingunum, er 26.395, og tað er met.

Tølini fyri løntakarar í november mánaða eru nú tøk í Hagtalsgrunninum, útgreinaði á kyn, vinnugrein og bústaðarøki.

Í november í fjør vóru løntakararnir 26.358 í tali.

Trendurin í november, ið tekur hædd fyri árstíðaravvikum og øðrum óreglusemi í lønargjaldingunum, er 26.395, og tað er met. Vøksturin í løntakaratalinum hevur verið avtakandi síðani árskiftið 2016/2017.


(trýst á myndina, so gerst hon størri)

Sí fleiri tøl í hagtalsgrunninum.

Stutt um trendin

Við trendtølunum faá vit eina róligari mynd, ið ger tað lættari at síggja ta undirliggjandi langtíðargongdina í løntakarunum.
Trendtøl eru eins og árstíðarjavnað tøl reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggj í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar. Í trendtølunum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, eitt nú stórum falli ella øking í løntakaratalinum ávísum mánaða.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.