Hví hevur Almannaráði ikki saman við TAKS gjørt eitt upplýsandi arbeiði beinan vegin til fyritíðarpensionistar um at útfylla fyribilsskattaskrá fyri 2018 við broytingum, tvs útfylla hvussu nógv A-skattainntøkan pr. mðr. er aftaná broyting og lata tað inn til TAKS?

Hví ikk fáa fullan ágóða fyrr enn í April?

Tá Almannaráði saman við Fíggjarmálaráðnum velur at geva hækkan til fyritíðarpensionistar við at broyta skattagrundarlagið á pensónini, so MÀ brúkarin blíva upplýsur um hvussu hann skal fyrihalda seg.

Tekniskur feilur ?

Her er neyvan tekniskur feilur sum Almannaráðharrin sigur, her er heldur manglandi upplýsing millum ráðini um hvussu fyritíðarpensionisturin skal fyrialda seg tíannverri!!

Edva Jacobsen