Nú laksurin á Vágsfirði verður tikin í hesum døgum, og partur av laksinum verður førdur norður til Glyvrar, vilja vit við hesum greiða frá umstøðunum.

Fleiri atlit eru at taka ísamband við alivirksemi – og tøku av laksi á fjørðinum. Eitt atlit er laksalús, annað atlit sum hevur týdning er nær nýggjur fiskur skal setast útaftur.

Ísamband við aliøki í Vági er at siga, at Bakkafrost í fleiri umførum hevur víst at vit megna at halda lúsatrýstið niðri uttan nýtslu av heilivági. Í Vági hava vit nýtt rognkelsir í ringunum, harafturat hava tænastuskip okkara Hans á Bakka, Martin og Róland í fleiri umførum avlúsa fiskin í Vági seinastu mánaðirnar við góðum úrslitum. Uttan hesi amboð hevði ikki verið gjørligt at alt fiskin fram til fulla tøkustødd, sum vit nú hava gjørt. Fiskurin sum verður kruvdur ídag, vigar omanfyri 7 kg – og er av allarbestu dygd.

Tá tað kemur til nýggja útseting, so er eisini nøkur atlit sum vit vera noydd at halda okkum til. Smoltið sum skal setast út á Vágsfjørð skal eftir ætlan út í apríl mánaða. Sambært galdandi lógarkrøvum er ásett ein hvílitíð á 2 mánaðir fyri fjørðin, áðrenn nýggjur fiskur kann setast út aftur. Sostatt skal fjørðurin vera tómur 1. Februar um gjørligt skal vera at seta út 1. Apríl. Hetta fara vit ikki at klára – men hava nú sum mál at klára 4 vikur seinni. Tað ber ikki til at útseta útsetingina longur, tí onnur aliøki koma beint eftir Vág, sum eisini skulu hava smolt, og verða hesi klár í juni/juli – og fyri at smoltstøðirnar skulu megna at hava smoltið klárt er neyðugt at fáa fiskin til økið á Vágsfirði út av støðunum áðrenn.

Bakkafrost hevur avgjørt at byggja kryvjivirkið í Vági út til tess at hetta kann nøkta tørvin á kapasiteti tá laksurin á alifirðunum skal takast. Bakkafrost yvirtók sum kunnugt Faroe Farming herfyri, og fóru vit beinanvegin ígongd við at byggja nýtt kryvjivirki í gamla Polarfrost. Verandi virki er avmarka í kapasiteti, og er ikki tíðarhóskandi. Tí vóru møguleikarnir tvinnir, antin at niðurleggja virkið ella at byggja annað tíðarhóskandi virki við nøktandi kapasiteti.

Seinna loysnin varð vald, og verður virkið ætlandi liðugt í summar, eftir eina munandi útbygging. Ætlanin er sostatt at kryvjivirkið í Vági skal kryvja allan fisk frá aliøkjunum í Suðuroy, og vænta vit at hetta við tíðini eisini fer at geva meining fyri felagið. Neyðugt er at virkið klárar at tøma ein fjørð við áleið 5.000 tonsum innanfyri 2 mánaðir, t.v.s. umleið 40 arbeiðsdagar, og tað fer nýggja virkið at megna; men inntil nýggja virkið er klárt er neyðugt at nýta aðrar møguleikar soleiðis at alivirksemið í Suðuroy skal megna at halda seg innanfyri bæði lúsamørk og aðrar lógarásettar treytir.