Home VinnutíðindiFiskivinna Avreiðingarnar í 2017 eins lágar sum í 2016

Avreiðingarnar í 2017 eins lágar sum í 2016

by OML

Avreiðingarnøgdin og avreiðingarvirðið hevur verið støðugt lágt seinastu nógvu árini. Betri fiskiár vóru frá aldarskiftinum fram til 2007. Í miðal var nøgdin tilsamans góð 125 túsund tons tey árini. Síðan 2007 hevur veiðan av feskfiski, ið er farin um avreiðingarskipanina, í miðal verið um 75 túsund tons.

 Í fjør vórðu avreidd smá 73 túsund tons, sum er eitt vet verri  enn í 2016, tá góð 75 túsund tons vórðu avreidd.

Avreiðingar kalla vit alt tað, sum verður skrásett um avreiðingarskipanina. Hetta verður eisini umtalað sum feskfiskaveiðan (sí viðmerking aftast). Í avreiðingunum er allur fiskiskapur hjá føroyskum skipum og bátum á føroyskum sjóøki, føroyska veiðan í íslendskum sjóøki og fiskiskapurin á Flemish Cap.
Uppsjóvarfiskur er ikki við í hesi uppgerð.

(trýst á myndina, so gerst hon størri)

Gongdin í avreiðingarvirðinum fylgir ikki altíð gongdini í avreiðingarnøgdunum neyvt, sum sæst á myndini omanfyri. Fyri virðið eru fiskaprísirnir eisini avgerandi. Avreiðingarvirðið er fallið seinastu árini. Avreitt varð fyri um 1,2 milliardir kr. í miðal árini 2000-07. Seinastu fimm árini hevur miðal avreiðingarvirðið verið 750 millliónir. Í fjør var virðið um 800 milliónir, sum er 7% ella 65 milliónir lakari enn í 2016.

Í talvuni niðanfyri síggjast avreiðingarnar í nøgd og virði fyri úrvald fiskasløg í 2016 og 2017.

(trýst á myndina, so gerst hon størri)

Upsa-, toska- og hýsuveiðan seinastu sekstan árini

Nakað meiri av upsa varð avreitt í 2017 – góð 2.300 tons, sum er 9% meiri enn í 2016.

Sjálvt um nøgdin av upsa vaks nakað, minkaði virðið 8% í 2017. So prísirnir á upsa hava roynst nakað verri í 2017 í mun til 2016

Meðan toska- og hýsunøgdin hevur verið lág seinastu nógvu árini, hevur upsafiskiskapurin roynst nakað betri. Men seinastu árini hevur nøgdin av upsa eisini verið nógv fallandi, einans góð 27 túsund tons í fjør. Til samanberingar vórðu í miðal árini 2005-2010 avreidd góð 53 túsund tons av upsa.

Av toski vórðu avreidd 12% ella góð 1.600 færri tons í 2017 enn í 2016. Virðið á toskinum minkaði 20 milliónir ella 8%

Nøgdin av toski hevur verið støðugt lág seinastu nógvu árini – í miðal um góð 10 túsund tons. Tey góðu 11.000 tonsini, sum vórðu avreidd í fjør, er lítið samanborið við árini 1996 til 2005 – tá varð avreitt tvífalt og trífalt meir av toski enn tað, vit hava sæð seinastu árini.

Hýsunøgdin í 2017 var góð 500 tons minni enn í 2016, og er framhaldandi lág. Í fjør vórðu bert avreidd góð 3.400 tons, samanborið við um 20.000 tons í miðal árini 2001-2007.

(trýst á myndina, so gerst hon størri)

Dagførd hagtøl av avreiðingunum til og við 2017 eru tøk í hagtalsgrunninum. Har eru meira útgreinaðir upplýsingar, bæði á fiskaslag, nýttan reiðskap og keyparabólkar.

Viðmerking: Avreiðingar av feskfiski er uppgjørt í landaðari vekt, tvs. tað verður ikki lagt upp fyri, at nakað verður avhøvdað, annað kruvt og uppaftur annað bara ísað runt/óviðgjørt. Tað mesta er ísaður fiskur, tó eru tað nøkur skip, sum frysta umborð.
Havast skal í huga, at avreiðingarnar siga einki um, hvussu stór royndin hevur verið.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.