Home Ung & Ítróttur Landsstýrið veitir trygd fyri oyggjaleikum í Føroyum

Landsstýrið veitir trygd fyri oyggjaleikum í Føroyum

by OML

Landsstýrið vil gera sítt til, at tað eydnast Føroyum aftur at hýsa oyggjaleikunum. Skulu vit røkka hesum máli, er neyðugt, at Ítróttasamband Føroya gevur International Island Games Association eina serliga fráboðan, har tað millum annað verður víst á eina fíggjarliga trygd.

Tí hevur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, sent eitt lógaruppskot í hoyring, sum ásetir, at landið veitir eina fíggjarliga trygd upptil 10 mió. kr. fyri oyggjaleikum í Føroyum.

Um Føroyar fáa møguleikan at hýsa oyggjaleikunum, kann tað hugsast, at millum 2000-3000 ítróttarfólk, venjarar, hjálparfólk o.o. fara at koma til landið. Hetta fer óivað at hava við sær økt virksemið fyri ymsar vinnur, kommunur og landið alt. Samstundis kann ein slík altjóða ítróttakapping verða við at marknaðarføra Føroyar sum ferðavinnuland.

Føroyar hava einaferð áður hýst oyggjaleikunum. Tað var í 1989.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.