Home Fólk & SamfelagPolitikkur Fyrispurningur til Rigmor Dam, landsstýriskvinnu viðvíkjandi Kringvarp Føroya. 

Fyrispurningur til Rigmor Dam, landsstýriskvinnu viðvíkjandi Kringvarp Føroya. 

by OML

Tað er serstakliga ófrættakent, at Mentamálaráðið/landsstýriskvinnan  blandar seg í eitt uppsagnarmál og gevur politisktuboð um ikki at seta annan tíðindaleiðaraSambært lóg er tað stýrið sum setur stjóran fyri Kringvarpið og stjórin setur starvsfólk og sigur hesi úr starvi

Hetta er undir øllum umstøðum í greiðari andsøgnvið lógarásetingarnarviðmerkingarnar til lógina og er eisini greitt brot á alla siðvenju higartil.

[td_smart_list_end]Sambært lóg er tað stýrið sum setur stjóran fyriKringvarpið og stjórin setur starvsfólk og sigur hesiúr starvi. Hetta sigur Jákup Mikkelsen í fyrispurningi til landsstýriskvinnuna.

 

 

§52 fyrispurningur til Rigmor Dam, landsstýriskvinnu viðvíkjandi Kringvarp Føroya

1. Tekur Rigmor Dam, landsstýriskvinna undir v, at Kringvarp Føroya er sjálvstøðugur almennurstovnur, sum virkar óheftur av politiskuskipanini?
2. Tekur landsstýriskvinnan undir við, at stýrið er ovasta leiðslan á stovninum og hevuryvirskipaðu ábyrgdina av, at ásetingarnar í lóginiog øðrum fyriskipanum um virksemi stovnsinsverða fylgdar?
3. Tekur landsstýriskvinnan undir við, at KvF-stjórin hevur ovast dagligu leiðsluna og at tað er stjórin sum setir og loysir starvsfólk úr starvi?
4.  Hví hevur landsstýriskvinnan  loyvtMentamálaráðnum at geva Kringvarpinumtænastuboð um ikki at seta ein nýggjantíðindaleiðarahóast hægsti myndugleikin fyriKringvarpið er stýrið sum skal tryggja, at KvF er og eigur at vera óheft frá allari politiskariuppíblandan?
5. Virðir landsstýriskvinnan ikki, at tað sambærtlóg er tað stýrið setur stjóran fyri Kringvarp og stjórin setur starvsfólk og sigur hesi úr starvi
6. Ætlar landssstyriskvinnan v sínumtænastuboðum í veruleikanum at taka avgerð umhvør skal virka sum tíðindaleiðari fyriKringvapiðVirður landsstýriskvinnan ikki, at hettar er ein avgerð sum bert kann takast av dagligu leiðsluni fyri stovnin?
7. Er landsstýriskvinnan ikki vitandi um, at einkærustovnur ongan løgfrøðisligan rætt hevur at taka avgerð um, at ein frákoyrdur tíðindaleiðariskal setast aftur í starv, og at hettar er galdandiuttan mun til um kæran hjá tíðindaleiðaranumverður gingin á møti ella ikki?
8. Hvat politiskt motiv hevur landsstýriskvinnanfyri hesi atgerð móti Kringvarpinumvitandi um, at honumframt at ger seg inn á kringvarpslóginaeisini greitt brýtur higartilnýttar mannagongdir og siðvenjur

 

Viðmerkingar:

Síðani kringvarpslógin fekk virknað í 2006, hevurtað verið aðalreglan, at landsstýrismaðurinmentamálum og Mentamálaráðið hevur hild seg til armslongdarprinsipp, og hava skiftandi ráðharrarog ráðið ongantíð politiskt bland seg í tær avgerðirKvF-stýrið og stovnsleiðslan hava tikið.

Hetta hevur eisini verið í fullum samljóði við § 3 í lógini um Kringvarp Føroya, har tað er ásett, at Kringvarp Føroya er sjálvstøðugur almennurstovnur, sum virkar óheftur av politisku skipanini.   

Einasta uppgávan hjá landstýrismanninum hevurverið fjórða hvørt ár sambært § 4 í lógini at tilnevnasjey stýrislimir og sjey varalimir fyri ár í sennHarafturat hevur landsstýrismaðurin tilnevntstýrisformann og næstformann

Í § 5 í kringvarpslógini er greitt ásett, at stýrið er ovasta leiðslan á stovninum og hevur yvirskipaðuábyrgdina av, at ásetingarnar í lógini og øðrumfyriskipanum um virksemi stovnsins verða fylgdarEftir tilmæli stjórans staðfestir stýrið virksemistovnsins sum heild og yvirskipaðu meginreglurnarfyri programmpolitikkin í fíggjarárinumeins og stýrið skal góðkenna og hava eftirlit við stovnsinsrakstrarætlan og roknskapi

Harumframt setir og loysir stýrið úr starvi stjóra.

Í viðmerkingunum til § 5 verður hetta nágreinaðsoleiðisStýrið hevur ovastu leiðsluna og yvirskipaðu ábyrgdina fyri Kringvarpinum, og skal hetta síggjast í mun til, at stjórin hevur ovastudagligu leiðsluna

Viðvíkjandi virkisøkinum hjá stjóranum er m.a. ásettí § 6 í lógini, at stjórin hevur dagliguprogrammábyrgdina og røkir fyrisitingarligu– og búskaparligu leiðsluna av Kringvarpi Føroya.

Í viðmerkingunum til § 6 verður hetta lýst soleiðisStjórin hevur dagligu programmábyrgdina og ábyrgdina av fyrisitingini og teimum málum, sum stovnurin tekur sær av. Stjórin skal umrøðaviðurskifti við stýriðt.dprogramminnihald og programmlegging. 

Stjórin setir starvsfólk og loysir starvsfólk úr starvi. Sama sum er ásett í § 5.

Við hesum greiðu ásetingum hevur politiskimyndugleikin ongantíð blandað seg í starvsfólka– og ella programmvirksemið ella giviðKringvarpsstýrinum átalu og slettis ikki giviðKringvarpinum tænastuboðhóast KvF í sínumvirksemi farnu árini hevur havt nógvar sendingar, sum fjøldin og nógvir politikarar halda hava verið so tendentiøsar og leiðandi, at flestu vildu ynskt, at kringvarpstýri og kanska eisini politiskimyndugleikin alment talaðu at ella tóku frástøðu frááhaldandi jagstranini av navngivnum fyritøkum og persónum.

Vísandi til armslongdarprinsippið og journalistiskafrælsið er hetta  ongantíð gjørtStovnurin hevuruppá gott og ilt virkað eftir egnari skipan og sjálvsfatan, og hevur samsvarandi framleitt sendingarog gerandisrakstur eftir egnari ”politiskari” fatan.

Men  er brádliga vent í holuniprogrammleiðarin er søgd úr starvi

Mentamálaráðið hevur beinleiðis yvirrulað § 3, § 5 og § 6 í kringvarpslógini og lagt seg út í dagligaraksturin í Kringvarpinum, og hevur Mentamálaráðiðgivið Kringvarpinum tænastuboð um ikki at seta einnýggjan tíðindaleiðarahóast hægsti myndugleikinfyri Kringvarpið er stýrið – áseting sum skal tryggja, at KvF er og eigur at vera óheft frá allari politiskariuppíblandan.

Sambært lóg er tað stýrið sum setur stjóran fyriKringvarpið og stjórin setur starvsfólk og sigur hesiúr starvi

Tað er serstakliga ófrættakent, at Mentamálaráðið/landsstýriskvinnan  blandar seg í eitt uppsagnarmál og gevur politiskt óheftaKringvarpinum tænastuboð um ikki at seta annantíðindaleiðara.

Hetta er undir øllum umstøðum í greiðari andsøgnvið lógarásetingarnarviðmerkingarnar til lógina og er eisini greitt brot á alla siðvenju higartil.

Hvat vil ráðið og landsstýriskvinnan við hesiíblandan? Er ætlanin at taka stýri og stjóra av ræði, sum  tulkast sum beinleiðis lógarbrot? Og ætlarráð og landsstýriskvinnan at seta tíðindaleiðaran afturí starv

Hesin atburður hjá Mentamálaráðnum og landsstýriskvinnuni ber boð um politiska íblandan, sum higartil var hildin bert at hoyra heima í londum, sum vit vanliga ikki vilja samanbera okkum við

 verða hesir spurningar settir landsstýriskvinnuni í Mentamálaráðnum at svara.

 

Á Føroya Løgtingi

 

Jákup Mikkelsen, løgtingsmaður

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.