Home VinnutíðindiAlivinna BAKKAFROST 147 starvsfólk søgd úr starvi

BAKKAFROST 147 starvsfólk søgd úr starvi

by OML

Á Góðskingarvirkinum hjá Bakkafrost á Glyvrum eru vanliga tvær vaktir til arbeiðis við uml. 300 starvsfólkum. Í sambandi við tillagingar av framleiðsluni á góðskingarvirkinum fara vit í eina tíð at koyra við einari vakt og tí eru 147 starvsfólk søgd úr starvi í dag.

Støðan er íkomin, tí vit í eitt tíðarskeið hava færri ordrar at framleiða. Hetta ger, at tað verður minni arbeiði og at vit tí eru noydd at gera tillagingar í starvsfólkahópinum.

Vit er sera hørm um støðuna og vit vóna, at virksemi er aftur á vanliga støðinum í seinnu hálvu av 2018.

Um Bakkafrost:

Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksa­aling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri (FOF) er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan góðskingarvirkið er á Glyvrum, og alivirksemið er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy og Suðuroy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvr­um. Samanlagt hevur samtakið 820 fulltíðar starvsfólk.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.