Veiðibann á meira enn helvtina av fiskileiðunum hevur leingi gjørt tað torført hjá heimaflotanum at klára seg; kortini verður effektin av júst hesum og øðrum skerjingum, av órøttum, brúkt sum grund til at avmarka veiðina eftir upsa og botnfiski enn meira. 

Búi Tyril

Ein ætlanin var sum skilst at tað nýggja kravið um rist skuldi koma í gildi longu tann 1. januar sum ein av mongum enn ikki avgreiddum kunngerðar pørtum í tí nýggju lógini um fyrisiting av sjófeingi, sum aftan á eina røð av broytingum varð samtykt í Løgtinginum tann 13. desember.

Fyri upsatrolararnar at fyrireika seg til ta umlegging sum eitt krav um skiljirist ber í sær, var talan yvirhøvur um eina ógvuliga stutta tíðarfreist, og sambært upplýsingar var tað harnæst ómøguligt at fáa fatur á hesum ristum upp á so stutta tíð.
“Einans tvær ristir av hesum slagnum vóru til tá vit fingu hesa kunngerð til hoyringar tann 21. desember,” segði Ingi Hansen, útgerðarmaður á upsavirkinum Faroe Origin, ið hevur seks partrolarar. “Vit vístu so á at tað bar ikki til at fáa fatur á hesum ristum upp á so stutta tíð, og mótmæltu eisini tí skerjing á veiðina sum kunngerðin hevur við sær, um ikki myndugleikarnir samstundis lata upp fyri stongdum leiðum.”
Sum skilst hevur Fiskimálaráðið tikið mótmælini til eftirtektar meir ella minni, og eingin kunngerð um rist til upsaveiðina er komin enn. Hinvegin er ein kunngerð eftir øllum at døma á veg har kravið um rist kemur nakað inn í 2018, samstundis sum onkur av teimum stongdu økjunum verða latin upp fyri fiskiskapi.
Hvussu er og ikki, trupulleikin við teimum stongdu leiðunum er harvið komin undan kavi av nýggjum.
“Sum er hava vit longu fast veiðibann á yvir 50 prosent av fiskileiðunum,” vísti Ingi Hansen á. “Harafturat kemur at hvørja ferð tað verður staðfest at ov nógv er av smáfiski í mun til størri fisk í einum øki sum vit annars sleppa at fiska í, fáa vit ein 20 ps. niðurskurð har. Tað vil siga at allar avmarkingarnar í veruleikanum umfata so mikið sum upp í 70 ps. av fiskileiðunum, og hetta er í grundini ikki nakað sum flotin kann liva við í longdini.”
At avmarka veiðina enn meira vil í praksis vera tað sama sum at koyra stórar partar av heimaflotanum av knóranum, skilst.

‘Greið gongd’ 

Sum fleiri onnur hava víst á í orðaskiftinum um fiskaríið hjá heimaflotanum, verða avleiðingarnar av teimum umfatandi skerjingum sum hava verið innførdar tey seinastu umleið 20 árini, so sjúkligt tað ljóðar, brúktar sum próvgrund fyri at avmarka veiðina eftir upsa og botnfiski undir Føroyum enn meira. Logikkurin gongur uppá at av tí at landingarnar eru minkaðar so nógv, so má tað vera orsakað av ovurfisking—sektin á at talið á fiskidøgum er so munandi skert samstundis sum umfangið av stongum leiðum er økt so mikið at landingarnar ikki kunnu annað enn minka munandi.
“Veiðihagtøl, sum sam­meta ár við undanfarin ár utt­an at grundgeva fyri hví so stórar broytingar eru í veið­ini, kunnu vera sera villeið­andi og ein avskeplað mynd av veru­leik­an­um, um ikki verður greitt frá hví so er,” segði Osmund Justinussen, fyrrverandi skipari og reiðari, herfyri. “Um vit skulu sammeta veiðihag­tøl­ini á tosk­i í ár við undanfarin ár, og út frá hesum gera eina met­ing av toskastovninum við Føroyar, so eru vit heilt úti í togunum,” legði hann afturat.