Home VinnutíðindiAlivinna Illgruni um slopnan fisk

Illgruni um slopnan fisk

by OML

Í samband við illveðri seinastu dagarnir, hevur eitt óhapp verði á aliøkinum á Gulanum uttanfyri Tórshavn, og illgruni er um at fiskur er sloppin úr tí eina ringinum.

Hesin fiskurin er nýliga viðgjørdur við heilivági ímóti laksalús, og verður tí frárátt at nýta henda fisk til matna. Vanliga afturhaldstíðin til henda fisk til matna er 1. februar 2018. Fiskurin, sum møguliga er sloppin, vigar í miðal 1,8 kg, og skuldi hent seg at onkur hevur fingið fatur á laksi frá alibrúkinum, verður mælt til at beina henda burtur.

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.