Home Tíðindir Krúnprinsaparið til Føroya komandi summar

Krúnprinsaparið til Føroya komandi summar

by OML

VITJAN: Tann 23.-26 august 2018 vitjar krúnprinsparið í Føroyum

Krúnprinsaparið og teirra fýra børn koma við kongsskipinum Dannebrog á almenna vitjan í Føroyum næsta summar.

Hansara kongliga tign krúnprinsur og hennara kongliga tign krúnprinsessa og børn teirra vitja oyggjarnar tann 23.-26 august 2018.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, verður vertur fyri vitjanini.

Seinni fæst nærri at vita, hvussu skráin fyri vitjanina verður.

Seinastu ferð krúnprinsaparið var á almennari vitjan í Føroyum var í 2005.

Mynd: Hansara kongliga tign krúnprinsur og hennara kongliga tign krúnprinsessa í Føroyum í 2005. Dimmalætting eigur myndina

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.