Home Tíðindir Frágreiðing frá Skattanevndini løgd fram.

Frágreiðing frá Skattanevndini løgd fram.

by OML

Frágreiðingin frá skattanevndini verður løgd fram í Smæruni, týsdagin 5. desember kl. 11 í Smæruni, J.H. Schrøtersgøta 7, Tórshavn.

Skattanevndin hevur arbeitt við eini frágreiðing um føroysku skattaskipanina síðani á sumri í fjør.

Nú er arbeiðið við frágreiðingini komið undir land, og týsdagin 5. desember kl. 11 verður almenn framløga av frágreiðingini í Smæruni.

Kári Petersen, sum hevur verið formaður í skattanevndini, fer at leggja fram, og høvi verður at seta spurningar til frágreiðingina.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.