Home Fólk & Samfelag Danmark ætlar at steðga føroyskum virksemi í altjóða samfelagnum

Danmark ætlar at steðga føroyskum virksemi í altjóða samfelagnum

by OML

Enn einaferð gongur sjón fyri søgn, at Danmark er ein fótongul fyri uttanríkispolitiskum framstigum hjá Føroyum. Tað seinasta er ein fráboðan frá danska uttanríkisráðharranum um, at Grønland, Ísland og Føroyar ikki sleppa at samstarva við støði í nýggju samstarvsavtaluni landanna millum, tí hann fer at ógilda avtaluna.

Tíðargrein eftir Poul Michelsen prentað í Vikuskiftissosialinum 1. desember 2017.

Sum grannar í Norðuratlantshavi hava Føroyar, Grønland og Ísland sjálvandi fleiri felags áhugamál og samstarva á nógvum økjum. Arktis. Samhandil. Fiskiveiða. Vit eru ikki limir í ES. Ferðavinnan veksur við rúkandi ferð um okkara leiðir. Okkara grannatjóð fyri sunnan er á veg úr ES, og tað fer at hava stóra ávirkan á viðurskiftini í Norðuratlantshavi. Dømini eru fleiri.

Samstarvið í Útnorðri hevur nógv ár á baki og fleiri samtyktir og avtalur eru gjørdar hesi árini. Fyri at leggja samstarvið í eina fasta legu, skrivaðu uttanríkisráðharrarnir Guðlaugur Guðlaugsson, Erik Jensen fyri Suku K. Fredriksen og eg undir eina einfalda semju 31. august í ár. Vit trý vóru satt at siga samd um, at tað er ein skylda mótvegis okkara londum og landafrøðiliga grannalagi at samstarva væl í einum skipaðum karmi. Neyvt samstarv verjir og fremur okkara egináhugamál og felags áhugamál í útnorðurhøpi. Mótvegis okkum sjálvum og umheiminum.

Stutt eftir at semjan var gjørd, komu harraboð úr danska uttanríkisráðnum um, at tey góðtaka ikki avtaluna. Verður hon ikki broytt, fer danski uttanríkisráðharrin at boða Íslandi frá, at Útnorðuravtalan ikki hevur rættarvirknað. Danir meta, at Føroyar og Grønland eru farin útum heimildirnar í uttanríkispolitksu lógini við at undirskriva eina avtalu við annað land uttan margháttliga forstavilsið “Kongeriget Danmark for såvidt angår.” Harumframt hava danir heft seg við, at avtalan fevnir um “onnur mál av felags áhuga” og “uttanríkispolitikk,” sum ikki eru yvirtikin málsøki.

Hyggja vit nærri at avtaluni, er hon í roynd og veru ein politisk yvirlýsing. Og hvønn Føroyar koma ásamt um politiskar yvirlýsingar við, gera vit einsamøll av. Munurin á eini avtalu og eini yvirlýsing er, at avtalan ber í sær ávísar skyldur og ávís rættindi. Útnorðuravtalan er ikki annað enn ein neyv yvirlýsing, sum ber heitið avtala. Hon áleggur ikki Føroyum nakrar serligar skyldur ella veitir okkum serlig rættindi.

Eg havi á fundi og í brævaskifti við Anders Samuelsen, danska uttanríkisráðharran, sagt, at vit alla tíðina hava mett avtaluna at vera somikið óítøkiliga, at hon er at rokna sum ein yvirlýsing. Ein karmur at kjølfesta neyvari samstarv í.

Vit síggja hetta sum ein spurning um at reka politikk. Um innihald. Heldur enn at viðurkenna tað, heftir danski uttanríkisráðharrin seg við einstakar orðingar við støði í eini strangari tulking av uttanríkispolitisku lógini. Politiski veruleikin verður skúgvaður til viks, og løgfrøðiligir múrar verða nýttir sum undanførsla.

Tað er trupult at taka ein mótpart í eini ósemju fyri fult, tá hann hvørki er til at høgga ella stinga í. Við at døma tað ólógligt at semjast um at hittast at umrøða mál, sum Føroyar, Grønland og Ísland hava til felags, sær Anders Samuelsen trøll á alljósum degi. Semjan er ikki annað enn eitt natúrligt fet ímóti skipaðum samstarvi, nú heimurin lítur norðureftir.

Uttanríkispolitiska lógin er eitt haft um beinið á Føroyum. Vit sleppa ikki at verja og fremja okkara egnu áhugamál úti í heimi. Tað er danska mótstøðan ímóti Útnorðuravtaluni enn eitt talandi dømi um. At haftið verður táttað, so vit ikki fáa flutt okkum.

Vit hava ferð eftir ferð hoyrt danskar myndugleikar – við sjálvum forsætisráðharranum á odda – tosa um javnbjóðis samstarv millum Danmark, Grønland og Føroyar. Men eg má eftir tvey ár í landsstýrinum ásanna, at vit als ikki eru javnbjóðis partar. So seint sum fyri einum mánaði síðan varð danska grundlógin brúkt sum forðing fyri, at Føroyar fáa limaskap í Norðurlandaráðnum.

Fyri okkum er talan um eina einfalda semju við Grønland og Ísland um at arbeiða víðari við eini røð av málum, ið kunnu gagna okkum. Ikki um eina roynd við beráddum huga at fara útum okkara heimildir.

At halda fast um, at semjan millum londini í Útnorðri er at meta sum ein bindandi sáttmáli eftir fólkarætti og eigur at viðgerast hareftir, er at skjóta spurvar við kanónum.

Tí haldi vit fast um avtaluna. Og tá ítøkilig stig til samstarv verða tikin, ætla vit, sum ásett, at kunna danir um hetta.

Nú útlit eru fyri, at danska Uttanríkisráðið fer at gera okkum ómyndig við at steðga eini semju við tvey onnur lond, er stundin komin veruliga at endurskoða uttanríkispolitisku lógina. Ongantíð ov skjótt.

Føroyar hava ikki ráð til danskt smásinni og formligt erkvisni í uttanríkispolitiskum viðurskiftum longur. Vit hava tørv á og rætt til at røkja okkara egnu áhugamál mótvegis øðrum londum. Tað er ikki bara eitt politiskt ynski, men ein skylda móti fólkinum og vinnuni í Føroyum.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.