Home Fólk & SamfelagPolitikkur Hvat eru avleiðingarnar av lønarsamráðingum

Hvat eru avleiðingarnar av lønarsamráðingum

by OML

Jørgen Niclasen spyr Kristinu Háfoss um avleiðingar av lønarsamráðingum

Munnligur fyrispurningur til Kristinu Háfoss, landsstýrismann

Viðvíkjandi lønarsamráðingunum

1. Um allir lønarbólkar hjá tí almenna fáa sømu lønarhækking sum sjúkrarøktarfrøðingarnir, hvussu nógv vil tað kosta landskassanum.

2. Landsstýrimaðurin hevur boða frá, at allir bólkar fáa ikki sama lønarlyft sum sjúkrarøtarfrøðingarnir. Hvørjir bólkar fáa ikki hetta lønarlyft?

3. Hvønn lønarkarm fáa hesi feløg, sum landsstýrimaðurin ikki ætlar at geva lønarlyft.

Viðmerkingar:

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum førir lønarsamráðingar vegna Løgtingið. Undirskriftin hjá landsstýrismanninum bindur Løgtingið.

Tí má løgtingið fáa at vita frá landsstýrikvinnuni hvønn lønarkarm hon vil bjóða teimum 28 feløgnum, sum enn ikki hava fingið sáttmála.

Landsstýrimaðurin hevur sagt, at øll feløg ikki fáa sama lønarlyft, sum sjúkrarøktarfrøðingar hava fingið. So má landsstýrimaðurin greiða løgtinginum frá hvørji feløg ikki fáa hesa lønarhækkan og hvønn lønarkarm hesi feløg so kunnu rokna við.

Tórshavn, 27. November 2017

Jørgen Niclasen,

løgtingsmaður​

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.